Europeiska Samveldið vil hava fleiri skattakrónur burtur úr stóra umsetninginum hjá altjóða tøknirisum sum Google og Facebook. ES-nevndin er ikki nøgd við avmarkaðu skattagjaldingarnar og ætlar tí at skatta stóru fyritøkurnar á nýggjan hátt.
Politiken skrivar, at ES umhugsar at leggja ein skatt á 3 prosent á allan umsetning hjá Google, Facebook og líknandi fyritøkum. Sambært blaðnum verður uppskotið lagt fram í næstu viku.
– Tað er greitt, at núverandi skattaskipan megnar ikki at skatta profitt hjá stóru fyritøkunum í talgilta búskapinum, og tí mugu vit gera nýggjar reglur, sigur ES-nevndin í grundgevingini fyri sínum uppskoti.
Í 2015 lá bert 0,03 prosent av avlopinum hjá Facebook eftir í ES londunum.