ES ætlar at steðga oljuboring í Arktis

ES parliamentið skal nú atkvøða hvørt tey skulu verða fyri ella ímóti at vinna olju í arktiska økinum.

 

Væntandi fer ES at atkøða ímóti at vinna olju í Arktis, ið merkir, at á altjóða støði fer ES samlað at tosa ímóti boringini eftir olju í økinum.

 

Tað skriva fleiri útlendskir miðlar í dag.

 

Tað er umhvørisráðið hjá ES, ið hevur koyrt málið uppí umhvørvispolitikkin hjá ES.

 

Um so er, at ES velur at atkvøða fyri einum steðgi, so verður beinleiðis ímóti grønlendsku ætlanunum. Eisini stendst ein trupulleiki í danska kongaríkinum, tí um ES velur at atkvøða fyri ískoytinum til umhvørvispolitikkin, so verður tað álagt Danmark at arbeiða ímóti grønlendskum áhugamálum.