Laksavinnan
Talsmenn fyri norsku laksavinnuna vóru herfyri á fundum við ES-nevndina í Noregi. Har fingu norsku umboðini váttað tíðindini um, at ES-nevndin vil fara undir dumping-kanningar móti chilenskari og føroyskari laksavinnu
- Tað er gingið upp fyri ES-nevndini, at Noreg er vorðið órættvíst viðfarið.
Sakirnar móti Chili og Føroyum merkja, at okkara søk og gjøgnumgongdin av norskari laksavinnu møguliga verður seinkað. Hetta kann aftur koma at merkja, at laksaavtalan millum Noreg og ES kann verða framlongd eftir 30. september, sigur projektstjórin, Per Dag Iversen, sum starvast hjá fyritøkuni, FHL, við IntraFish.
Dumpingsakir loysa einki
Men hvat kunnu so hesar dumping-sakir móti Chili og Føroyum merkja fyri Noreg? spyr IntraFish.
- Vit vænta ikki, at dumpingsakir loysa nakrar sum helst trupulleikar, men vænta heldur, at slík tiltøk skapa nýggjar trupulleikar. Vit hava alla tíðina sagt, at vit halda tað vera skeivt at fremja tiltøk bara ímóti okkum. Men ein kann eisini hugsa sær, at ES-nevndin ynskir, at allir koma undir somu treytir, sum ikki nýtast at vera negativar, men sum kunnu viðføra eina positiva gongd fyri allar. Hetta er eisini ein møguleiki, heldur Per Dag Iversen.
Hann heldur, at tíðin frameftir fer at verða brúkt til umhugsunar og heimaarbeiði fyri partarnar.
- Um nakrar mánaðir fáa vit eina mynd av, hvussu framtíðar laksamarknaðurin fer at síggja út ? hvør verður við, og hvørjar treytirnar verða, sigur Iversen.
Ótryggleiki
um prísavtalur
Laksaavtalan millum norskar myndugleikar og ES-myndugleikarnar er nú formelt framlongd frá 30. juni til 30. september. Hvat hendir við prísavtaluni hjá útflytarunum, sum gongur út, er framvegis óvist.
- Tað eru tvey alternativir. Annað er at seta í verk revsitoll á norskan laks í einari
framleinging av avtaluni. Hitt er, at framleingja prísavtaluna. Støða er ikki tikin til, hvat skal henda við prísavtaluni. Spurningurin hevur verið umrøddur ? fyri og ímóti, sigur Per Dag Iversen.
Tóm ES-skrivstova
Maðurin hjá fyritøkuni, FHL í Brússel, Bernt Asbjørnsen, kemur sum upprunaliga ætlað heim til Noregs í august/september. Tað merkir, at FHL ikki longur verður umboðað í Brússel.
- Tað eru eingi tekin um, at Bernt verður loystur av og annar persónur kemur í
hansara stað, sigur Per Dag Iversen við IntraFish.










