ES-tingið hevur ongan skund við at víðka samstarvið millum ES og Ísrael Rættiliga óvæntað hevur ES-tingið sett seg upp ímóti at gera eina nýggja og rúmari samstarvsavtalu millum ES og Ísrael.
Ein meiriluti í tinginumn samtykti at útseta orðaskiftið um eina nýggja avtalu, til Ísrael hevur víst betri vilja til at bøta um viðurskiftini hjá palestinunum.
Ísraelski uttanríkisráðharrin, Tzipi Livni, var mánadagin í ES-tinginum. Sjálv segði hon, at hon hevði roynt at geva tinglimunum eina mynd av tí rætta Ísrael, men tað hevur eftir øllum at døma ikki havt stórvegis ávirkan á limirnar, skrivar Ritzau.









