Fyri løtu síðani var tíðindafundur í ES, har ES-ráðharrin fyri havviðurskiftir og fiskiskap, Maria Damanaki, boðaði frá, at tó at skrivligt samband er millum ES og Føroyar, so er avgjørt at handilstiltøk verða sett í verk mótvegis Føroyum seinni í hesum mánaðinum, um tað sambandið ikki endar við einari burðardyggari loysn.
-Vit kunnu ikki bíða leingi, tí vit vilja hava eina loysn, áðrenn fiskiskapurin veruliga tekur seg upp í Norðuratlantshavi, segði Maria Damanaki millum annað á tíðindafundinum.
Talan er um tvey mál, greiddi Maria Damanaki frá. Í tí eina førinum er tað sildin, har Føroyar, sum hava sett sína egnu kvotu, liggja í buktini. Verður eingin loysn funnin upp á málið um føroysku sildakvotuna, sum ES ikki kann góðtaka, so verða handilsforðingar settar í verk mótvegis Føroyum í hesum mánaðinum. Í hinum førinum er tað makrelurin. Har sigur Maria Damanaki, at tað er samband millum ES og íslendskar og føroyskar mynduleikar, og tað sambandið skal so vísa, um partarnir kunnu finna eina loysn, áðrenn talan verður um átøk. Í sambandi við makrelin, hava bæði Ísland og Føroyar ásett sína egnu kvotu, eins og ES og Noregi.
Íslendskir myndugleikar skulu á fund við José Manuel Barroso, formann í ES-kommissjónini í morgin, váttaði Maria Damanaki eisini á fundinum.
-
Myndin er av Mariu Damanaki
Kelda: europa.eu