Tað sigur Pól Huus Sólstein, stjóri á Atlantic Pelagic í Klaksvík, sum hann eigur saman við Norðborg.
Tey útflyta uppsjóvarfisk og á almennum fundi hjá Tjóðveldi mikukvøldið, upplýsti hann, at tilsamans fiskaði Norðborg 35.000 tons í fjør, sum alt varð virkað umborð.
Tilsamans framleiddi Norðborg fiskavørur og úrdráttir, sum vórðu seld fyri 258 milliónir krónur.
Av allari framleiðsluni hjá Norðborg í fjør, vóru 75% útflutt til ES.
Samstundis eigur Norðborg 37% av øllum útflutningi av uppsjóvarfiski til ES, men onnur skip og virki standa fyri restini.
- Vit hava eina betri avtalu við ES enn íslendingar hava og tískil hava vit selt nógv til ES, samstundis sum íslendingar hugsa mest um aðrar marknaðir.
Álvarsligt
Tað, sum Pól Huus Sólstein hugsar nógv um, er, hvussu umfatandi møgulig ES tiltøk hjá Es ímóti Føroyum verða.
Hann heldur, at tað er mest sannlíkt, at eitt møguligt ES bann eisini fer at umfata fiskamjøl og lýsi, sum Norðborg eisini framleiðir.
Hann stúrir fyri, at ES bannið kann eisini umfata, at føroyingar fáa forboð fyri at brúka ES havnir til millumstøðir.
- Sleppa vit ikki at selja til ES og sleppa vit ikki at brúka ES havnir, fer tað at gera støðuna ógvuliga torføra.
- Hóast tað kanska ikki er ógjørligt, verður tað kortini serstakliga torført hjá føroyingum at útflyta nakað út í heimin uttan at tað skal um eina ES havn fyrst.
- So vítt eg veit, ber ikki til at fáa eina bingju úr Føroyum, út í heim, uttan at fara um eina ES havn.
- Vit kunnu kanska royna á russiska marknaðin, ella til Ukreina. Men endar allur okkara uppsjóvarfiskur har, verður tað ómetaliga óheppið, tí tað setir keypararnar í eina ógvuliga sterka støðu.
- Teir kunnu í roynd og veru bara sita hendur í favn og bíða til prísurin er blivin passaliga lágur til at teir vilja keypa hann.
- Fer eitt møguligt ES bann bara at umfata makrel, stúri eg ikki so illa, tí so ber til at finna aðrar marknaðir.
- Men fer bannið eisini at umfata ES havnir, er støðan nógv álvarsamari.
Hann staðfestir, at setir ES bann ímóti føroyingum, verður tað eitt álvarligt skot fyri bógvin hjá Atlantic Pelagic og Norðborg.
Pól Huus Sólstein sigur, at hann hugsar sær at vit eru í somu støðu sum ein argjamaður hevði verið, sum koyrir hýruvogn, men sum ikki sleppur at koyra í Havn.
- Men vit skulu nokk finna aðrar møguleikar, so tað verður ikki heimsins undirgangur.
Men hann leggur afturat, at tosa vit um marknaðir uttanfyri ES, er Ísland væl betri fyri enn føroyingar, tí teir tí betri handilsavtalur við fleiri lond, enn vit.