Ein meiriluti av íbúgvunum í ES-londunum ynskir, at fleiri avgerðir verða tiknar á ES-stigi. Tað vísie ein kanning frá europeiska kanningarstovninum, Euro-barometrið.
Í kanningini, sum varð gjørd, áðrenn bretska fólkaatkvøðan kom til ta niðurstøðu, at Bretland skal taka seg úr ES, vóru tilsamans 28.000 ES-borgarar spurdir.
51 prosent av teimum ynsktu, at ES skal taka fleiri avgerðir, meðan 38 prosent eru ímóti, og síðani eru ellivu prosent óviss í, hvat tey halda um tað.
Svøríki er tað ES-landið, har tey flestu, 64 prosent, eru atfinningarsom mótvegis tankanum um, at ES skal hava størri vald. Tað sama hildu 56 prosent av bretunum, men bara 27 prosent av fraklendingunum.
Hinvegin vildu 60 prosent av fraklendingunum fegnir geva ES størri vald. 59 prosent av italienarunum vildu eisini tað, men 31 prosent vildu ikki, at ES skuldi hava størri avgerðarrætt.
Í Týsklandi var lítil munur á, tí 48 prosent vildu fegin geva ES størri vald og 43 vildu ikki.










