ES-skip taptu makrelkríggið

- Danskir fiskimenn og fiskimenn í ES eru endaðir sum teir heilt stóru tapararnir, sigur Esben Sverdrup-Jensen.

FiskerForum í Danmark skrivar, at ES hevur lønt Føroyum aftur fyri í fleiri ár at hava ovurfiskað makrelstovnin.

 

Tað er stjórin í Danmarks Pelagiske Producentorganisation, Esben Sverdrup-Jensen, sum eigur orðini. Hann er firtin og bersøgin, tá hann ger viðmerkingar til makrelavtaluna, sum varð undirskrivað í London í gjár millum ES, Noreg og Føroyar.

 

- Danskir fiskimenn og fiskimenn í ES annars eru endaðir sum teir heilt stóru tapararnir eftir hesa avtalu.

 

Hann vísir á, at bara í 2014 missa danskir fiskimenn ein umsetning á umleið 100 miljónir krónur, meðan føroyskir fiskimenn, sum hava ovurveitt makrelstovnin í fleiri ár, fáa í posa og sekk.

 

Við einum samlaðum virði, sum liggur oman fyri 9 miljardir krónur í 2014, er makrelur virðismiklasti stimafiskur í Norðuratlantshavi.

 

- Eisini í danskari fiskiveiði er makrelur eitt av virðismiklastu fiskasløgum um okkara leiðir og soleiðis eisini eitt avgeradi lívsgrundarlag fyri danskar fiskimenn, verksmiðjur og í hundraða tali av tilknýttum arbeiðsplássum í eitt nú Hirtshals, Skagen og Sæby.

 

Esben Sverdrup-Jensen sigur, at fyri danskar fiskimenn merkir avtalan, at kvotan minkar sløk 20 prosent, sum svarar til umleið 100 miljónir krónur í virði um árið. 

 

- Fyri fiskiflotan í ES merkir avtalan ein miss á umleið tvær mijardir krónur í virði um árið. Avtalan er eitt søguligt "lágpunkt" í fiskivinnupolitikkinum hjá ES, sigur stjórin í Danmarks Pelagiske Producentorganisation.