ES-semja um fíggjarreglur

Svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, sigur í kvøld, at 25 av teimum 27 ES-londunum eru vorðin samd um ein nýggjan sáttmála, sum skal binda londini til at hava betri skil á fíggjarpolitkkkinum. Samstundis ásetir semjan mark fyri, hvussu stórt hall kann vera á fíggjarlógini, og hvussu stór tann almenna skuldin kann vera í mun til bruttotjóðarframleiðsluna.

Sostatt eru átta lond, sum ikki hava evruna sum gjaldoyra, gingin við til at fara við í samstarvið, men tey hava fingið lyfti um, at tey sleppa at taka lut á minst einum evrutoppfundi um árið. Herumframt kunnu tey taka lut á fundum, um fundarevnið er viðkomandi.

Tað var væntað, at Bretland fór at halda seg uttan fyri tann nýggja sáttmálan, men sum skilst kann kekkiski forsætisráðharrin ikki svarað, fyrr enn hann hevur tosað við tað politiska baklandið í Kekkia. Tí er tað ikki óhugsandi, at Kekka kemur upp í samstarvið kortini, skrivar Ritzau.