ES-rokið: Danmark í trongdari støðu

-Hetta er ein óbehagilig støða fyri Danmark. Vit hava ongan áhuga at seta handilsforðingar í verk ímóti einum parti av ríkisfelagsskapinum.

Tað sigur danski landbúnaðarmálaráðharrin, Mette Gjerskov, við Ritzau.

Í gjár boðaði Maria Damanaki, fiskivinnukommiserur í ES, frá, at ES-boykottið móti Føroyum verður sett í verk um mánaðarskiftið.

Orsøkin er, at ES heldur Føroyar hava ásett sær ov stóra sildakvotu, og ikki eru sinnað at samráðast um eina lægri kvotu.

Bæði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hava fleiri ferðir víst aftur, at Føroyar ikki eru sinnaðar at samráðast.

Verða handilsforðingarnar settar í verk, noyðist Danmark steðga innflutningi av sild og makreli úr Føroyum.

Ein embætismannanevnd skal atkvøða um handilsforðingarnar, aðrenn tær fáa gildi; har fer Danmark at atkvøða ímóti, upplýsir Mette Gjerskov.

-Vit fara sjálvandi at atkvøða ímóti, men vit kunnu koma í ta støðu, at vit noyðast seta handilsforðingarnar í verk í Danmark eisini, sigur Mette Gjerskov við Ritzau.