USA ætlar at senda fleiri vápn til Ukraina
Tað lovar landsins forseti, Joe Biden, í dag, eftir at hann hevur tosað um kríggið við leiðarar í sameindum londum.
Hann nágreinar ikki, hvussu nógv ella hvørji vápn USA fer at senda Ukraina. Men tíðindastjórin í Hvítu Húsunum, Jen Psaki, er eitt sindur meira tíðindafróð.
– Vit fara at halda fram við at geva teimum meira lóður, eins og vit fara at geva teimum meira hernaðarstuðul, sigur hon.
Undir tosinum í dag eru ES og USA vorðin samd um, at trýstið skal økjast á Russland við nýggjum tiltøkum. Tað boðar italska stjórnin frá.
Tey sameindu eru samd um tørvin av at »økja altjóða avbyrgingina av Moskva«, sigur stjórnin í eini fráboðan sambært tíðindastovuni AFP.
Leiðarar úr millum annað USA, Frankaríki, Bretlandi, Týsklandi, ES og Nato vóru við í tingingunum í dag.
Forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, skrivar um úrslitið av tingingunum á Twitter.
– Heimsins leiðarar standa tætt saman um at stuðla Ukraina.
– Vit vilja stramma tiltøk okkara enn meira ímóti Russlandi og økja hjálpina til Ukraina búskaparliga og trygdarliga, skrivar hon og takkar Biden forseta fyri samrøðuna.
Leiðararnir tosaðu saman í 90 minuttir í videosamrøðu.
Miðlastjórin í Hvítu Húsunum, Jen Psaki, sigur eftir samrøðuna, at tey sameindu eru samd um at halda fram við samskipað at raka Russland búskaparliga.
Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar. Tað hevur ført til umfatandi revsitiltøk frá vesturheiminum ímóti Russlandi.
Tiltøkini hava millum annað rakt russiskar ríkar menn við tøttum bondum til Vladimir Putin, forseta, og russiska búskapin.
/ritzau/Reuters