Tað segði Bergur oulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Á pappírinum rakar ES boykottið bert uppsjóvarskipini og tær framleiðslur, sum verða framleiddar úr rávøruni.
- Uppsjóvarvinnan er hart rakt av ES boykottinum, men hetta má síggjast sum ein íløga í framtíðina, segði Bergur Poulsen.
Hann kom eisini inn á, hvussu sildin og makrelurin er hagreiddur, har útvið ein triðingur av sildini og ein sættapartur av makrelinum fór til mjøl.
Lobbyistar hótta við at vaksa um boykottið til at umfata aðrar framleiðslur. Innkeyparar taka seg saman um at boykotta Føroyar.
- Boykottið er longu víðkað við, at Havsbrún er noktað atgongd til Noreg við lýsi og mjøli, og ti hevur tað fingið avleiddar avleiðingar, segði Bergur Poulsen.
Hann vísti á, at Havsbrún er ein fyritreyt fyri, at Føryar megna at fiska kvotuna.
- Havsbrún fekk 46.000 tons óvæntaðari rávøru, og tð gjørdi tað trupult at sleppa av við vøruna, samstundis sum prísurin fall, og vit fingu eitt verri umdømi, segði Bergur Poulsen.