ES-nevndin viðger íslendsku umsóknina

ES-nevndin umrøður í dag umsóknina frá íslendsku stjórnini um samráðingar um limaskap í samveldinum. Íslendskir fjølmiðlar vænta, at nevndin seinni í dag fer at boða frá, at hon mælir til, at íslendska umsóknin kemur til viðgerðar á næsta ríkis- og stjórnarleiðarafundinum, sum verður 25. og 26. mars.

Eftir ES-reglunum skulu øll londini taka undir við, at ES kann samráðast við Ísland um limaskap.