ES-lond samd um fyrstu tiltøk móti Kina í 30 ár

Brot á mannarættindi mótvegis muslimskum minniluta er orsøk til ES tiltøk ímoti fýra kinverjum

 

Limalondini hjá ES seta tiltøk í verk ímóti Kina fyri brot á mannarættindi.

Tað varð avgjørt á fundi í dag millum uttanríkisráðharrar í teimum 27 limalondunum í Brússel. Stutt eftir hevur Kina svarað aftur við tiltøkum ímóti ES.

Tað eru fyrstu nýggju tiltøk ímóti Kina í yvir 30 ár.

Ta ferðina í 1989 var samtykt eitt vápnamann í forleingilsi av mótmælunum á Himmalfriðartorginum í Beijing. Tað er framvegis galdandi nú meira enn 30 ár seinni.

Hesa ferð eru tiltøkini vend ímóti teimum, sum hava ábyrgdina av kúgingini av muslimska minnilutanum uighuriarnir í landspartinum Xinjiang.

Fýra kinverjar og ein felagsskapur eru skrivaðir á listan við tiltøkum vegna ágang teirra ímóti minnilutanum.

– Tað kunnu og vilja vit ikki góðtaka frá evropiskari síðu, og tað senda vit greið boð um við dagsins tiltøkum, sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod í eini skriftligari fráboðan eftir fundin.

Tiltøkini merkja, at viðkomandi ikki kunnu ferðast til ES, og tað verður bannað at hava miðlar til taks til teirra.

Tiltøkini verða sett í verk mánadagin eftir almannakunngering í ES-Tíðindum.

Grundarlagið fyri tiltøkunum er ein altjóða skipan við mannarættindatiltøkum, sum varð samtykt í fjør. Hon er fyeri stuttum brúkt ímóti Russlandi.

– Nú fara vit málrættað eftir persónum, sum hava ábyrgdina fyri grovan mannarættindaágang. Tí hava vit frá danskari síðu trýst á fyri at fáa nýggju tiltøkini sett í verk, sigur Kofod.

Kina hevur í dag svarað aftur við tiltøkum ímóti ES.

– Hendan avgerð er grundað á einki annað enn miskunnleika og vanvirðing, og hon avlagar fakta, skrivar kinesiska uttanríkisráðið sambært tíðindastovuni AFP.

10 persónar í ES er settir á kinesiska listan við tiltøkum. Teirra millum er Reinhard Bütikofer, sum stjórnar føstu Kina-sendinevndini hjá ES.

Sambært mannarættindafelagsskapum hevur Kina sent upp ímóti eina millión uighuriar í sonevndar enduruppdragingarlegur.

Í 1949 vóru uighuriarnir 90 prosent av fólkinum í Xinjiang. Í dag eru teir í minniluta eftir at etniskir hankinverjar hava flutt til landspartin í stórum.

Í februar fekk bretska sjónvarpsstøðin BBC World News bann ímóti at senda tíðindi í Kina.

Tað hendi eftir eina sending, sum avdúkaði, at uighur-kvinnur eru fyri harðskapi og kynsligum ágangi í hesum legum.

Kinesiskir myndugleikar siga, at BBC á álvarsligan hátt hevði brotið reglurnar fyri tíðindaflutningi í Kina, herundir at tíðindini skulu vera sonn og fair.

/ritzau/