ES leiðarar hava undirskrivað søguliga handilsavtalu

Skjølini verða síðani flogin til London við flogfari hjá Royal Air Force fyri at verða undirskrivað.

ES leiðarar hava undirskrivað søguligu handilsavtaluna við Bretland í sambandi við brexit.

ES nevndarforkvinnan, Ursulia von der Leyen, og ES forsetin, Charles Michel, skrivaðu undir avtaluna klokkan 8:30 í morgun.

Skjølini verða síðani flogin til London í flogfari hjá Royal Air Force, so at Boris Johnson, forsætisráðharri Bretlands, kann skriva undir.

ES-tingið skal eisini viðgera avtaluna, men tað verður ikki fyrr enn eftir nýggjár.

Tað var ikki praktiskt gjørligt at skriva undir í felag í dag.

Tað vóru tríggjar avtalur, sum vórðu undirskrivaðar í morgun.

Umframt handils- og samstarvsavtaluna, sum var klár jólaaftan, er talan um tvær aðrar avtalur um kunningarnbýti og kjarnorkusamstarv í Euratom.

Avtalan skal seinni í dag viðgerast í bretska tjóðartinginum, sum væntandi fer at góðtaka hana eftir eitt maratonkjak og fleiri atkvøðugreiðslur bæði í undirhúsi og yvirhúsi.

/ritzau/AFP