Formansskapurin í ES er als ikki nøgdur við tey málini, sum lond hava sett sær undan veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn. Tað gjørdi svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, greitt á toppfundi millum ES og Kina um vikuskiftið. Svøríki hevur formansskapin í ES hetta hálvárið.
-Tær CO2-skerjingar, sum eru komnar á borðið tær seinastu vikurnar frá londum um allan heim, eru als ikki nøktandi. Vit mugu gera meiri, segði Fredrik Reinfeldt.
Kina og USA, sum eru tey londini, ið hava tað størsta CO2-útlátið, hava boðað frá, hvussu nógv tey ætla at skerja útlátið. Hinvegin hevur India einki sagt enn, skrivar DR.