ES krevur lægri bensinprísir

Meðan prísurin á brennievni í juli var tríggjar ferðir so høgur sum í dag, er prísfallið á bensini bert ein brotpart. Nú krevur ES lægri bensinprísir og fult kappingareftirlit Formaðurin í ES-kommisiónini, José Manuel Barroso, biður, sambært NTB, um at orkufeløgini lata oljuprísin koma brúkaranum til góðar í skap av lægri prísum á brennievni.

Barroso greiddi tíðindafólkunm í Brüssel, at orkuprísirnir í ES eru hækkaðir 15 prosent seinasta árið.

- Brúkarin eigur at merkja at oljuprísurin er niðurfarin. Vit fara at halda eitt vakið eyga við prísinum komandi tíðina, til tess at tryggja okkum at kappingarlógirnar verða hildnar, leggur Barroso dent á.

Oljuprísurin var týsdagin 54,39 dollarar fyri tunnuna, í mun til 145,29 dollarar fyri tunnuna tann 3. juli, tá oljurprísurin var hægstur.

Í sama tíðarskeiði er amerikanski dollarin vaksin frá at kosta 4,75 danskar krónur 3. juli, til at kosta 5,90 danskar krónur í dag.