Svenski ES-tingmaðurin Christofer Fjellner segði í svenska sjónvarpinum í gjárkvøldið, at ES keypti og beindi 17.800 tons av fiski og skeljadýrum burtur í 2009.
Eftir galdandi reglum áseta fiskimálaráðharrarnir ein minstaprís á fisk, og fer prísurin á marknaðinum niður um tann ásetta minstaprísin, kann fiskivinnugrunnurin hjá samveldinum keypa fiskin. Reglurnar siga eisini, at tann fiskurin skal beinast burtur, so hann ikki órógvar marknaðin.
Tað var yvirhøvur fiskur hjá fronskum og sponskum skipum, sum ikki fekk tann ásetta minstaprísin. Sambært Christofer Fjellner vil ES-nevndin hava skipanina burtur, men 14 av teimum 27 limalondunum vilja varðveita hana.