ES gjørt fiskiveiðisáttmála

Eftir drúgvar samráðingar samdust fiskimálaráðharrarnir í ES-londunum í nátt um eina nýggja fiskiveiðiavtalu. Høvuðsinnihaldið í sáttmálanum er, at øll útblaking skal steðga, og at allar kvotur skulu vera burðardyggar.

Sum er verður nógvur smáfiskur blaðaður útaftur, og fáa skip fisk, um tey ikki hava loyvi at fiska, verður hann eisini blakaður útaftur. Men eftir tí nýggja sáttmálanum fáa fiskimenninir loyvi til at taka allan fiskin, sum teir fáa, við til lands.

ES-tingið skal nú viðgera sáttmálan og samtykkja hann sum lóg.

Matvørufelagsskapurin hjá ST hevur mett, at fiskimenn blaka fisk fyri einar 250 milliardir krónur í havið um árið