ES forsetin Charles Michel vætnar, at tað skjótt verður tørvur á at seta tiltøk í verk ímóti olju og gassi.
Í gjár boðaði ES nevndin frá einum pakka við revsitiltøkum, sum fyri fyrstu ferð raka russiska orku. Men tað verður tørvur á at fara víðari.
Tað sigur Charles Michel í røðu fyri ES tinginum í Strasbourg.
– Eg vænti, at tað skjótt verður neyðugt við tiltøkum ímóti russiskari olju og gassi, sigur Charles Michel til lógvabrestir frá ES tinginum.
Boðini frá Charles Michel koma dagin eftir, at ES nevndin boðaði frá sínum uppskoti til revsitiltøk. Tey raka millum annað keyp av koli frá Russlandi.
ES nevndin leggur í pakkanum ítøkiliga upp til at seta bann fyri at keypa kol fyri fýra milliardir evrur um árið.
/ritzau/