ES fer at steðga innflutningi av ráolju innan seks mánaðir

ES-nevndin fyrireikar næsta stig í royndini at raka russiskan orkuútflutning.

 

ES nevndin leggur í uppskotinum til sætta pakka við revsitiltøkum upp til, at innflutningur av russiskari ráolju skal steðgast innan seks mánaðir, sigur forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen. - Foto: Jean-Francois Badias/Ritzau Scanpix

Innflutningur av ráolju úr Russlandi skal steðgast innan seks mánaðir, meðan innflutningur av oljuúrdráttum skal steðgast við árslok. Tað er partur av sætta pakka við tiltøkum tiltøkum ímóti Russlandi hjá ES nevndini.

Tað sigur forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen í røðu í ES tinginum í morgun.

– Putin skal gjalda ein høgan prís fyri harðskapin í Ukraina, sigur Ursula von der Leyen.

Sum væntað er ikki eitt totalt forboð fyri innflutningi av russiskari olju í pakkanum. Tað hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij leingi mælt til.

Hann heldur, at ES londini við milliardastóra orkukeypinum hjálpa Putin við at fíggja kríggið í Ukraina. Pólland og baltisku londini stuðla ynskinum hjá Zelenskij. Men orkutengd lond sum Týskland hava tosað um ein stig fyri stig steðg fyri at kunna finna aðrar orkukeldur.

Innflutningsbannið móti olju er ein partur av sætta pakkanum við tiltøkum, sum eisini hevur onnur revsitiltøk.

ES nevndin vil millum annað revsað tey, sum hava ábyrgdina av blóðbaðnum í Butja og hersetingini av Mariupol, sigur Ursula von der Leyen í røðuni í ES tinginum.

– Tað sendir eini greið boð til illgerðarmenninar í Kreml: Vit vita, hvørji tit eru. Vit seta tykkum til svars. Tit sleppa ikki undan hesum, sigur Ursula von der Leyen.

Sum partur av sætta pakka við tiltøkum skjýtur ES nevndin upp eisini at útiloka Sberbank úr altjóða gjaldskipanini Swift.

– Sberbank er tann størsti russiski bankin. Tann er 37 prosent av russiska bankageiranum. Og vit vilja eisini útihýsa tveimum øðrum stórum bankum í Russlandi úr Swift. Harvið raka vit bankar, sum hava størsta týdning fyri russiska bakageiran og evnini hjá Putin at føra kríggj, sigur von der Leyen.

/ritzau/

 

ES nevndin leggur í uppskotinum til sætta pakka við revsitiltøkum upp til, at innflutningur av russiskari ráolju skal steðgast innan seks mánaðir, sigur forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen. - Foto: Jean-Francois Badias/Ritzau Scanpix