ES Fólkaatkvøða í Danmark, nær fara fyrivarnini?

Bogi Eliasen
cand.scient.pol
???????
Vit hava vitað av, at áður enn alt ov rúma tíð skulu danir atkvøða um ES grundlógina, tvs. um ES grundlógin skal setast í gildi fyri Danmark. Og hvat so? Vit vita jú, at hon ikki skal hava virkni fyri Føroyar. Men vit eru framvegis partur av danska ríkinum, og tí ávirkar tað okkum. Semja er tó ikki um í hvussu stóran mun og hvat hetta fer at broyta.
Í nógv ár uttan veruligt kjak um ES, um bæði møguleikar og vansar, var tað at fegnast um at vit júst hava havt fólkatingsval við hesum, sum eitt av høvuðsevnunum í valstríðnum í Føroy-um.
Hvat broytir traktatin fyri ES?
Grundlógin broytir, at fleiri málsøkir verða løgd undir yvirstatsliga partin hjá ES og eftir kvalifiseraðum meiriluta-avgerðum. Tað merkir, at londini ikki hava sýtingarrætt, og at avgerð-irnar eru bindandi fyri limalond-ini. Soleiðis verður ES meira samansjóðað, tí fleiri málsøkir fara at vera undir felags ábyrgd. Í dag er ein partur av ES samstarvinum millumtjóða, og eftir ES grundlógini er ætlanin, at alt samstarvið verður yvirstatsligt. Men hon merkir eisini, at sonevnda Kommissiónin fær minni vald, at ES tingið og tingini hjá limalondunum fáa størri ávirkan, ella í hvussu so er møguleika at hava størri ávirkan. Eisini setir ES grundlógin út í kortið, at ein felags ES Uttanríkismálaráðharri skal vera, og er hetta ein leistur til at gera ein sterkari felags uttanríkispolitik. Hetta fer eisini at umfata Danmark, og vit eru partur av danska uttanríkispolitikkinum
Hvat broytir hon fyri Føroyar?
Sjálv grundlógin broytir ikki beinleiðis føroysk viðurskifti, tí hon fær jú ikki gildi fyri Føroyar. Men tað er tó ikki so einfalt allíkavæl. Tað kemst av, at vit eru ein partur av danska ríkinum og hava ikki ræði á øllum málsøkjum. Men økir, Føroyar ikki hava yvirtikið og har ES samstarvar millumtjóða ella yvir-tjóða, fara at vera undir ES ávirkan. Sigast kann at hetta ikki er nøkur broyting í mun til í dag, og tað er helst nakað um tað. Men niðurstøðan er so ein staðfesting av, at økini eru undir ES ávirkan longu í dag. T.d. hevur Fogh Rasmussen í einum fólkatingssvari víst á, at avtøkan av teim fýra fyrivarninum ikki fær stóru ávirkanina á Føroyar, tí økini eru longu í dag undir ES ávirkan.
Grundlógin, og so fyrivarnini?
Í eini langtíðar politiskari meting er tað ov stuttskygt bert at hugsa um grundlógina. Um tikið verður undir við ES grundlógini, er væntandi at somu fólk taka undir við at taka donsku fyrivarnini av. Kjarnin í ES grundlógini er lættari og greiðari samstarv, og at fleiri málsøkir verða stýrd við kvalifiseraðum meiriluta. Tí má roknast við, at um ES grundlógin verður góðtikin av danska veljaraskaranum, so fella fyrivarnini skjótt.
Fella fyrivarnini og einki verður broytt í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, merkir tað at fleiri av teimum málsøkjum, sum í dag verða mett sum ríkismál, koma undir ES vald og tí undir beinleiðis ES ávirkan, sjálvt um vit standa uttanfyri. Tí er neyðugt at koma fram til eina loysn viðvíkjandi Føroyum, um so er at Danmark tekur fyrivarnini av.
Í Danmark hevur seinastu dagarnar verið roknað við at fólkaatkvøðan skuldi verða í septemb-er. Mett verður at hetta er so, bæði tí at stjórnin vann ein greiðan sigur á Fókatingsvalinum og tí at um meiriluti er fyri ES grundlógini, kann henda stjórnin í hesum valskeiðnum eisini taka fyrivarnini upp og møguliga til atkvøðugreiðslu. Serliga vil stjórnin av við fyrivarnini í hernaðar- og rættarsamstarvi, sum í verandi líki seta Danmark uttanfyri á hesum týdningarmiklu økjum. Hinvegin ber helst til at liva við ikki at vera partur av felags ríkisborgararætti og gjaldoyrasamstarvi.
Danmark úr ES?
Danmark hevur fingið orð á seg, sum eitt land sum er ivingarsamt mótvegis ES. Hugsað verður serliga um Mastrichavtaluna sum fall, og síðan tey fýra fyrivarnini sum komu burturúr. Eftir teimum var ætlanin, at byrja við at taka fyrivarnini av, tá fólkaatkvøða var um gjaldoyra, men hetta fall tí meiriluti ikki var fyri. Um so var, at meiriluti hevði verið fyri gjaldoyranum, høvdu hini fyrivarnini helst eisini komið fyri fólksins dómstól sum fólkaatkvøða.
Danski forsætismálaráðharrin Anders Fogh Rasmussen hevur í vikuni sagt, ella hótt við at avleiðingin av ikki at taka undir við ES grundlógini er, at Danmark helst má taka seg heilt burturúr evropeiska samstarvinum. Men, sum ES mótstøðan vísur á, er hetta at kalla eitt søguligt argument hjá ES fjepparunum, sum tó ikki vísir seg vera satt, tá fólkið ikki tekur undir við ES leistinum.
Fleiri fólkaatkvøður?
Fólkaatkvøðan um ES grundlógina skal tí metast sum fyrsta av fleiri, eftir tí ætlan sum ES vinarligu flokkarnir í Danmark hava. Henda atkvøðugreislan skal tryggja, at Danmark kemur eitt fet nærri og við í tað samstarvið, sum ES grundlógin leggur upp til. Verður meiriluti fyri grundlógini, verða fyrivarnini, ella í hvussu so er partar av teimum send til fólkaatkvøðu, so skjótt sum ES vinarligu flokkarnir halda tað bera til. Stjórnin sigur jú púra greitt, at fyrivarnini stríða ímóti donskum áhugamálum, og at tey helst skulu burtur.
Fólkatingsvalið og ES
Í føroyska valstríðnum til júst lokna fólkatingsvalið, vóru á breddanum so at siga bert mál út eftir, har ímillum framtíðarstøða Føroya mótvegis ES, og hvat vit skulu gera, verða tey fýra fyrivarnini tikin av.
Sjálv ES grundlógin broytir, sum sagt ikki so nógv beinleiðis fyri Føroyar, tað er jú staðfest at hon ikki skal hava virkni fyri Føroyar. Men óbeinleiðis fer hon at hava ávirkan, bæði tí at fleiri málsøkir sum samstarvað verður um í ES koma undir meirilutaavgerð við ongum sýtingarrætti fyri limalondini. Tvs. at donsk málsøkir verða í størri mun tengd at ES avgerðum. Hetta fer eisini at ávirka danskan uttanríkispolitikk, tí heildin í donskum uttanríkispolitikki í tí takstiska spælinum, nú gerst tættari knýtt at ES. Okkara uttanríkispolitikkur fer jú umvegis Danmark.
Fraklendingar avgerandi
Nú er starturin skotin í tilgongdini um eitt tættari Evropa, og tíðin komin til at eisini vit í Føroyum mugu taka eina støðu. Her finst einki status quo. Okkara støða broytist í hvussu so er munandi, um Danmark avgerð at taka fyrivarnini av. Okkara støða er eisini tengd at hvat Ísland og Noreg velja at gera. Og ES tilgongdin er ikki bert tengd at Danmark, men at londunum, har ES grundlógin er løgd út til fólkaatkvøðu um at taka undir við henni. Fólkaatkvøða hevur verið í Spania og var meiriluti fyri grundlógini. Men tað er serliga Frakland, sum er umráðandi fyri ES. Mett verður, at um fraklendingar siga nei, verður ein ES grundlóg ikki sett í verk við bræði.
Føroysk støðutakan
Spurningurin er tó um tað er nóg gott at vit í Føroyum bíða eftir hvat ES limalondini avgerða. Um tíðin ikki er búgvin til at vit aktivt fara inn í eina tilgongd, har vit avgerða hvussu vit ynskja okkara viðurskifti eftir teim trimum scenariunum, við at 1) Danmark ikki tekur undir við ES grundlógini, 2) at Danmark tekur undir við henni og 3) at fyrivarnini verða tikin av.
Politiska skipanin eigur at fyrireika seg uppá hesar møguligu stóru broytingarnar, men eisini er tað eitt ófrávíkiligt krav til flokkarnar, at teir samstarva um loysnir. Her er ikki nóg mikið, at flokkarnir koma við hvør sínari loysn, sum flokkarnir síðan fara at klandrast um. Her krevst ein tjóðskaparlig semja, og her krevst felags stev fyri at hava styrki í teimum neyðugu samráðingunum úteftir. Her krevst at flokkarnir semjast um pallin, vit skulu virka eftir og umvegis í framtíðini.
???
Donsku ES fyrivarnini

Føroyar er ikki limur er ES, tað er Danmark. Danmark er tó limur við undantøkum, soleiðis at verja, gjaldoyra, ríkisborgararættur og rættarlig og innanlendisviðurskifti á yvirstatsligum støði ikki er umfatað.
???ES er í dag skipað í trimum sonevndum súlum, har súla 1 er yvirstatslig samstarv, meðan samstarvið undir súlu 2 og 3 er millumtjóða. Munurin er, at ES avgerðir undir súlu 1 eru bindandi fyri limirnar, meðan tjóðartingini í einstøku limalondunum hava seinasti orðið viðvíkjandi avgerðum undir súlu 2 og 3, sum í øðrum millumtjóða samstarvi.
Leisturin í traktatuppskotinum um eina ES grundlóg, er at fara burtur frá súlubygnaðinum, soleiðis at ES fær evsta myndugleikan á nærum øllum samstarvsøkjum. M.a. skal mannarættindachartari mennast frá at verða politisk mál, til at verða lógarfest mál, har ES kann fara eftir limalondunum, sum ikki uppfylla krøvini.