Margrethe Vestager, ES-kommiserur innan kapping, hevur í morgun kunngjørt, at ES dregur amerikansku risafyritøkuna Google í rættin.
Orsøkin er, at ES metir, at Google hevur misnýtt teirra støðu sum eigarar av Android-stýrisskipanini til at noyða fartelefonframleiðarar at brúka forritini hjá Google. Android-stýrisskipanin verður brúkt av umleið 80 prosent av øllum telefonum í verðini.
Serliga er tað leitiskipanin hjá Google og kagin Chrome, ið ES kannar í løtuni, tí mett verður at líknandi skipanir eru fyri vanbýti, tí forritini hjá Google eru longu á telefonini, tá tær verða keyptar.
- Við støði í teimum kanningum, ið vit hava gjørt fyribils, meta vit, at atburðurin hjá Google hevur forðað brúkarunum í at fáa eitt størri úrval av forritum og tænastum til fartelefonir, og forðar fyri menningini hjá øðrum. Hetta er í stríð við kappingarreglurnar hjá ES, segði Margrethe Vestager á tíðindafundi fyrr í dag.
Mett verður, at um Google tapir rættarmálið, so má fyritøka rinda eina bót tilsvarandi 1o prosent av teirra umsetningi í 2015.