Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur, fýlist á, at føroysku myndugleikarnir ikki hava dugað nóg væl at argumentera fyri sínum sjónarmiðum í sildatrætuni við ES og hinum strandalondunum.
Tað skrivar hann í lesarabrævi í dag.
- Sæð úr Føroyum er ósmejan um, at Føroyar ikki fáa nóg stóran lut í sildini, hvørki søguliga ella í mun til broyttar umstøður, sigur Bogi Eliasen.
Hetta sjónarmiðið er als ikki komið nóg væl út um landoddarnar.
- Okkara mótpartar hava tó megnað at varpað eina heilt aðra ásjón út. Hon er heilt einføld og greið. Føroyar halda ikki ásetingar um burðardygga veiðu, og tí skulu tiltøk setast í verk ímóti Føroyum., sigur Bogi Eliasen.
Boðskapurin hjá ES er alt meira kendur. Avleiðingin er, at Føroyar standa eftir, sum tann parturin sum eingin vil samstarva við.
- Hóast vit kunningarliga hava eina góða søk, sum er væl egnað at fáa í miðlar aðrastaðni, so er tað bara Damanaki útgávan, sum fær rúmd uttanfyri Føroyar og enntá í so stóran mun, at tað er ein sjálvfylgja at skýra okkum Bandit State, sigur Bogi Eliasen.