Fyri stuttum datt ein tyrla í Noregi niður ávegis til ein boripall. Við vóru tólv mans, sum allir umkomust. Tyrlan fór til botns, men tað var lítið meira enn ein vika aftaná, at øll líkini blivu tikin upp og tey avvarðandi í hesum sorgarleiki høvdu eitt gravstað at leita til.
Eftir sorgarleikin, sum vit høvdu undan páskum norð úr Mýlingi, eru tað mong við mær, sum sita eftir við eini kenslu av, at vrakið kundi loyst upp fyri spurningum, sum hóast alla leiting hanga í leysari luft. Tá ein í dag kann sita heima í stovu síni og fáa alt lív, sum rørir seg á botninum, at síggja við teim myndatólum, sum hesir brúka til at observera alt við, eisini vrak sum liggja.
Eftir stendur fjøldin við so nógvum ósvaraðum spurningum, sum eg vil lata fara víðari til røttu viðkomandi.
Hava vit ikki myndatól at leita eftir botninum við? Um ikki, er tað so ein spurningur um pengar? Skulu tað serliga góð líkindi til hjá einum spesialskipi at lokalisera eitt vrak?
Vit eru á veg inn í eina oljuvinnu, í hesum sambandi kemur nógv tyrlusamband at verða til og frá landi.
Vit koma nokk altíð at hava sjómenn í landi okkara. Søgan prógvar, at sorgarleikirnir endurtaka seg, men hava vit útgerðina, sum skal til at leita undir vatninum?
Vinarliga,
Malmberg D. Olsen,
Strendur