Talan er um eitt av teimum heilt stóru rúsevnamálunum, sum varð avdúkað í gjár, tá løgreglan handtók fýra fólk, sum komu til Føroya við seglbátinum »Rocky«, sum er skrásettur í Kolding í Danmark.
Umframt tey fýra í bátinum, tvær kvinnur, onnur íslendsk og hin donsk, og tveir danskar menn, so er ein 32 ára gamal føroyingur eisini handtikin og varðhaldsfongslaður.
Løgreglan fann 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini umborð á bátinum, sum tey eru skuldsett fyri at ætla at selja í Føroyum.
Rúsevnini hava stórt millióna virðið. Siga vit, at eitt kilo av amfetamin kann seljast fyri 1.000 krónur fyri grammið, so svarar tað til 3,8 milliónir krónur. Siga vit at hassj kann seljast fyri 300 krónur grammið, so svarar tað til til 6,9 milliónir krónur, so koma vit til eina upphædd upp á 10,7 milliónir krónur.
Øll fimm fólkini vórðu í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti varðhaldsfongslað í fýra viku, meðan málið verður kannað nærri.