Eru væl bjálvað til at bjóða av

Vit eru til reiðar at bjóða av, tá ið valstríðið byrjar

Endamálið hjá Sambandsflokkinum er at vinna bæði løgtingsvalið og fólkatingsvalið, sum verður í heyst.

Tað var boðskapurin á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun.

 

Seinni í ár verður bæði fólkatingsval og løgtingsval, so tað er einki at ivast í, at teir ymsu flokkarnir fáa seg royndar.

 

Og tað er greitt, at fíggjarliga hevur Sambandsflokkurin í hvussu so er styrki til at føra eitt valstríð, sum munar.

 

Tá roknskapurin hjá flokkinum varð lagt fram í morgun, varð upplýst, at sambandsfólk hava einar 1,6 milliónir krónur at føra valstríð fyri í ár.

 

Akkurát, hvussu nógv skal brúkast upp á valstríðið, er ikki heilt greitt enn, men á landsfundinum í morgun varð staðfest, at Sambandsflokkurin er væl brynjaður at bjóða av í valstríðnum.

 

Og tað varð eisini boðað frá, at leiðslan og umsitingin í Sambandsflokkum eru longu farin at leggja valstríðið til rættis.