Eru The Darkness saman aftur?

Bólkurin The Darkness umhugsar í løtuni at koma saman aftur fyri at taka upp eina nýggja studiofløgu og hareftir fara á konsertferð.

Bólkalimirnir, sum fóru hvør til sítt í 2006, umhugsar sambært The Sun at taka ímóti einum nýggjum tilboð frá amerikanska arrangørinum av Dubai Desert Rocks-festivalinum. Tað eru tó framvegis ivasamt, um bólkurin aftur vil finna saman, tí teir hava havt nógvar innanhýsis trupulleikar.

 

Forholdið millum sangaran Justin Hawkins og beiggja hansara, gittaristinum Dan Hawkins, er versnað síðan teir fóru hvør til sítt og trummuspælarin Ed Graham hevur eina sak koyrandi ímóti managementfyritøkuni hjá bólkinum.

 

Tað er óvist, um bassisturin í bólkinum, Prankie Poullain, sum fór frá bólkinum í 2005, eisini er við í møguligu ætlanunum um at koma saman aftur.