Eru summar ósemjur betri enn aðrar? - spurningur til fjølmiðlaleiðslur

Í løtuni tykist alt bera til í føroyskum politikki. Onki fær avleiðingar og ongin verður settur til svars fyri nakað sum helst. Tað gagnar tíverri bert afturhaldinum, tí tað fær fólk at missa álitið á, at vit megna nakað sjálvi í hesum landi

Høgni Hoydal

Havi undrast á at eygleiða tann sera hvassa orðadráttin og tær djúpu ósemjur, sum dagliga koma undan kavi í sitandi samgongu. Floksfelagar í javnaðarflokkinum rópa hvør annan ókvæmisorð og gera viðmerkingar um útsjóndina hvør hjá øðrum. Nevndarformenn verða av samgongufeløgum lagdir undir at "lumpa og lirka". Poul Michelsen í fólkaflokkinum atkvøddi ímóti skattalættanum, sum hansara egni formaður á tingi segði vera bestu politisku hending í árinum - og sami Poul segði seg ikki vilja taka lut í at koyra landið út av eggini.
Og Lisbeth. L. Petersen, fyrrverandi forkvinna í sambandsflokkinum og fyrrverandi borgarstjóri og fólkatingskvinna, sigur í almennum lesarabrævi, at Løgmaður sigur ósatt. Løgmaður svarar aftir í lesarabrævi og hartar tingfólkini í samgonguni fyri ikki at gera sítt arbeiði.
Ikki er tað vakurt og - sum so mangt annað av politisku tómgongdini í løtuni - er tað bert við til at økja um politiska dølsknið millum fólk - og at fáa fólk at missa alt álit á dygdir og virðir í føroyskum fólkaræði.
Nú hava undirritaði og Tjóðveldisflokkurin verið partur av mongum ósemjum í undanfarnum samgongum. Og ósemjur innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum hava heldur ikki verið fáar. Summar neyðugar og prinsippiellar. Summar íkomnar og uppblástar av hvøssum orðalagi og ákærum. Tað hevur heldur ikki verið vakurt.
Haldi tó, at tær eru fyri lítið at rokna í mun til tann ruðulleika, tað orðalagið og tær persónligu ákærur, sum ganga fyri seg í hesi samgongu og innanhýsis í flokkunum.
Men ein avgerandi munur er: Í fjølmiðlunum verða trupulleikarnir í núverandi samgongu og innanhýsis í flokkunum í mesta lagi viðgjørdar sum smáputl og hjáputur. Í bløðunum eru tað allarhægst smátt uppsettar greinar og okkurt lesarabræv. Í loftmiðlunum verða ósemjurnar nærum ikki nevndar, tó at sjónvarpið stundum hevur tikið mál upp. Og tá tær verða, so verður ongin løgmaður, floksformaður ella annar ábyrgdarpersónur settur til svars ella til ábyrgd fyri støðuni og møguligum avleiðingum. Ístaðin sleppur løgmaður ósvaraður at endurtaka í miðlunum, at alt gongur væl, og at samgongan stendur sterk. Harafturat sleppa landsstýrismenn at gera brot og brølarar aftur og aftur, uttan at nakar verður kravdur eftir konsekvensi.
Øðrvísi tá ósemjur og orð vórðu søgd í undanfarnu samgongu - og tá tvídráttur hevur verið í Tjóðveldisflokkinum. Eg havi ikki talið á forsíðum í Sosialinum sum hava sett samgongurok, hvøss orð, ákærur og innanhýsis stríð í Tjóðveldisflokkinum á forsíðuna. Ja, sjálvt lesarabrøv eru komin á forsíðuna og matarleparnar hjá Sosialinum.
Og í bæði og Útvarpi og Sjónvarpi er alt fylgt upp og útpenslað. Viðmerkingar og avleiðingar eru kravdar millum samgongufelagar, frá løgmanni og floksformonnum. Tíðindasending eftir tíðindasending hava havt slíkar ósemjur sum yvirskrivt og høvuðstíðindir. Tíðindafólk hava staðið til reiðar at kravt beinleiðis viðmerkingar uttanfyri fundarhølir, á kei ella á flogvølli.
Alt gott um tað - hóast eg mangan hevði ynskt at sloppið undan tí, og eg mangan hava verið argur um, at óheppin úttalilsi eru blást upp, vend og snarað. Men tað er sjálvandi ein uppgáva hjá fjølmiðlunum at krevja svar, avleiðingar og ábyrgd, tá veruligar ósemjur eru millum samgonguflokkar og innanhýsis í flokkunum.
Tí er spurningurin hjá mær: Hvussu ber tað til, at so ymiskt verður raðfest, tá tíðindamiðlarnir viðgera ósemjur? Eg minnist meg ikki hava sæð nakrar forsíður, høvuðstíðindir, krøv um avleiðingar ella ábyrgd, tá ræður um merkiliga rokið í hesi samgongu og í samgonguflokkunum.
Eg hugsi tildømis, at um ein politikari við so drúgvum royndum og álitisessum sum Lisbeth L. Petersen hevði lagt samgonguleiðara og landsleiðara undir at siga ósatt. Floksfelagar høvdu lagt eftir útsjónd hjá hvørjum øðrum. Ella avsagt høvuðsmálið hjá flokki sínum. So hevði tað ruddað breddarnar í øllum øðrum londum - og helst eisini í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.
Lat meg tó sláa fast, at eg sjálvandi síggi tað ov litað gjøgnum mínar egnu brillur. Og kanska minnist eg av somu orsøk ikki alt. Men tað ber til at kanna við at leita í blaðsøvnum og bandasøvnum, um eg havi grein í mínum máli. Og um til ber at sammeta úttalilsi og hendingar. Hartil ber sjálvandi eisini til at síggja tað soleiðis, at summi bara duga betri at takkla og leggja lok á ósemjur, ið koma upp. Eisini kann tað verða eitt tilvitað val hjá tíðindaleiðslunum at broyta tað stóra fokusið frá ósemjum og úttalilsum til frama fyri onkra meira djúptøkna viðgerð av samfelagsspurningum. Og tað virði eg sjálvsagt.
Men eftir stendur fatanin av, at tað er serstakliga stórur munur á, hvussu fjølmiðlarnir viðgera ósemjur í samgongum, í flokkum og mistøk hjá landsstýrismonnum. Og eftir stendur kenslan av, at í løtuni ber alt til í føroyskum politikki. Onki fær avleiðingar og ongin verður settur til svars fyri nakað sum helst. Tað gagnar tíverri bert afturhaldinum, tí tað fær fólk at missa álitið á, at vit megna nakað sjálvi.