Eru stoltir av at verða í steypafinaluni fimta árið á rað

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá Víkingi í kvøld heldur, at teir høvdu betri tamarhald á støðuni í seinna hálvleiki

- Vit eru stoltir av at verða í steypafinaluni fimta árið á rað. Orðini eigur landsliðsspælarin, Sølvi Vatnhamar, sum var liðskipari hjá Víkingi í kvøld, tá Víkingur spældi javnleik 1-1 ímóti Skála í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, og vann harvið ein samlaðan 2-1 hálvfinalusigur.

 

Sølvi Vatnhamar viðgongur, at Víkingur var ikki í góðum skørum í fyrra hálvleiki, har Skála eftir hansara tykki kom til alt ov nógvar lættar málmøguleikar.

 

Sølvi Vatnhamar heldur tó, at Víkingur valdi tær tryggu loysnirnar í seinna hálvleiki, og tá sá nógv betur út. Hann staðfestir, at Skála gav Víkingi ein skarpan gang, og spældi fyri sínum møguleika.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Sølva Vatnhamar aftaná dystin.