TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við borgarstjóran í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini áðrenn alt avgerandi dysturin í bestu kvinnudeildini millum EB/Streym/Skála og KÍ.
Jógvan í Skorini staðfestir, at eiðisfólk eru sera stolt av at leggja vøll til avgerandi dyst í kvinnudeildini, har søga verður skrivað óannsæð. Vinnur KÍ seta tær nýtt met við 18 FM-heitum á rað. Vinnur EB/Streymur/KÍ verður talan um fyrsta FM-heitið hjá felagsliðnum í bestu kvinnudeildini.
Jógvan í Skorini er ivaleysur í, at tá alt er liðugt útbygt kring vøllin í Hólmanum á Eiði verður talan um bestu umstøður í Føroyum til at spæla fótbólt. Og hann vónar sjálvsagt, at tað verður EB/Streymur/Skála, sum skrivar søgu í dag.









