Eru samd um at loysa trupulleiki við larmi um náttina

Tey, sum klaga um larm frá skipum í Runavík, eru nøgd við ein fund í gjár

Hetta var eitt væleydnað tiltak við positivum anda. Tað siga tey bæði, Trina Eysturoy, forkvinna í felagnum, Heimafriður, og Poul Martin Jørgensen, nevndarlimur í felagnum.

Heimafriður er eitt felag, sum skal virka fyri, at fólk fáa náttarfrið. Tey siga, at tað er ein veksandi trupulleiki, at skip liggja við bryggju um næturnar og larma so illa, at fólk ikki fáa náttarfrið, og í einstøkum førum eru tey rýmd frá húsi og heimi um næturnar fyri at fáa blund í eyguni, siga tey.

Tey siga, at Runavíkar Havn er ein av havnunum, har trupulleikin er serliga stórur, og í gjár vórðu tey so boðin á fund við Runavíkar Býráð at greiða frá trupulleikanum

Og tey halda, at fundurin eydnaðist væl og varð hildin í einum positivum anda

– Býráðslimir í Rumavík, umboð fyri Runavíkar Havn, og Heimafriður, vóru at kalla øll samd um, at trupulleikin við larmi frá skipum, skal loysast.

– Umboð frá SEV vísti á, at streymorkan til at skipini kunnu fáa landstreym, er nøktandi í Runavík, og at Runavíkar Havn er tann havnin í Føroyum, sum er best útgjørd og klár til hesa útbygging, siga tey í Heimafriði

Tey vísa á, at umboð fyri Runavíkar Býráð, hava bpðað frá, at tað er neyðugt við eini landsumfatandi lóggávu á økinum.

Men tey í Heimafriði tvíhalda um, at tað er kommunan sjálv, sum eigur at gera neyðugu broytingarnar soleiðis, at borgarar í kommununi fáa náttarfrið, inntil landsmyndugleikin ger sín part.

Felagið Heimafriður tvíheldur eisini um, at fólk í Runavíkar Kommunu mugu fáa náttarfrið í stundini og tískil heitir felagið staðiliga á kommununa um »at steðga óneyðuga ganginum í stundini« sum tey málbera seg.