Klokkan trý í nátt fóru Pætur, John, Jóhannus og Bergur undir ferðina at klintra upp á tindin á 313 metra høga Trøllkonufingri. Og í samstarvi við Vodafone ber til at fylgja allari ferðini, sigur Jákup Justinussen á Vodafone.
Les eisini: Taka alla verðina við sær upp á Trøllkonufingur
Teir fara nevniliga at leggja myndir og filmsbrot út á alnetið beinleiðis, meðan teir klintra. Klintrararnir eru nú komnir 130 metrar upp, og veðrið er gott til ferðina, sigur hann
Fylg við klintrarunum, meðan teir hanga í leysari luft nakrar 100 metrar yvir vatnskorpuni, við at fylgja ‘vodafoneforoyar’ á Snapchat og Instagram. Tey, sum ikki hava Snapchat ella instagram, kunnu fylgja við á forvitnisligu ferðini á http://vf.fo/trollkonufingur.
Myndin í greinini er haðani. Leinkjan niðanfyri vísir annars eitt filmsbrot, har teir sita og eta morgunmat á Torvuendanum.