Eru komin til Føroyar at standa sína roynd

Í hesum døgum eru 216 fólk fá heimskendu granskoðarafyritøkuni, Deloitte, komin til Føroyat at royna seg í harðbalnu, føroysku náttúruni.

Hetta er størsti ferðamannahópur, sum hevur verið her á klettunum, siga fyrireikararnir Atlantic Airways, Hotel Føroyar og Coast Zone North Atlantic.

Tey siga, at hetta er ein ábending um, at Føroyar eru væl á veg at gerast eitt vældámt og forkunnugt ferðamál hjá einstaklingum og bólkum sum ynskja at royna okkurt út um tað vanliga.

- Hetta kann metast sum enn eitt dømi um at tað loksins hevur eydnast at seta Føroyar á kortið sum ferðamannaland.

Eitt tætt samstarv ímillum Atlantic Airways, Hotel Føroyar og upplivingarfyritøkuna Coast Zone North Atlantic, gav tað úrslit at tað hevur eydnast at fingið eina deild hjá stóru til Føroyar í januar.

Januar er vanliga ikki ein mánaði, har føroyingar merkja tað stóra til ferðafólk.

Tað merkir, at í hesi løtu eru 216 ferðafólk frá stóru donsku grannskoðarafyritøkuni Deloitte í Føroyum. Ferðafólkini komu til Føroyar við Atlantic Airways í gjár, fjórða januar og fara heima aftur leygardagin sjeynda januar.

Ímeðan tey eru í Føroyum gista tey á Hotel Føroyum, har tey hava teirra árliga evnisdag og har skal Sjúrður Skaale greiða teimum frá um ‘Det politiske Færøerne’.

Í morgin skulu øll 216 á teambuilding ymsastaðni í Føroyum og uppliva ráu føroysku náttúruna og tað veðrið, ið hartil hoyrir.

Tey verða m.a. flutt á sjónum, í luftini og á jørðini.

Umframt tann fakliga og uppbyggjandi partin, sleppa tey sjálvandi eisini at royna føroyskan mat og mentan, sum ikki kann upplivast aðrastaðni í verðini, siga fyrireikararnir.