Eru heilt forsyndaðir inn á Karsten Hansen

Tað er nú greitt, at Landsstýrið fær heldur ikki undirtøku frá fyri langtíðar útbyggingarætlanini, sum ætlanini. Nú kann Karsten Hansen spara sær ómakin, sigur Hans Pauli Strøm úr javnaðarflokkinum

 

Útbyggingarætlanir


? Karsten Hansen hevur spilt møguleikan fyri at fáa breiða undirtøku í Løgtinginum fyri langtíðarútbyggingarætlanini hjá sær.

Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri javnaðarflokkin, sigur, at hann er so forsyndaður inn á Karsten Hansen, at nú kann fígjarmálaráðharrin akkurát tað sama kann spara spara sær at royna at fáa javnaðarflokkin at taka undir við ætlanini.

Frammaundan hevur sambandsflokkurin gjørt heilt greitt, at hann tekur ikki undir við ætlanini Og nú eisini javnaðarflokkurin meldar pass, er tað greitt, at landsstýrið fær ikki breiða undirtøku í tinginum fyri ætlanini.


Hildin fyri gjøldur

Hans Pauli Strøm dylir ikki fyri, at hann heldur seg ikki sørt hildnan fyri gjøldur av Karsten Hansen.

? Fíggjarmálaráðharrin hevur fleiri ferðir lagt dent á, at hann ætlaði at fáa so nógvar flokkar sum gjørligt í tinginum at taka undir við verklagsætlanini, sum er løgd fyri tey næstu 10 árini og hann hevur givið øllum tað fatan, at hann fór at bjóða andstøðuni upp í arbeiðið at gera eina langtíðar verklagsætlan.

?Men enn hava vit ikki hoyrt eitt einasta orð frá landsstýrismanninum. Vit hava ikki fingið eitt tal, ikki eina innbjóðing. Og nú eru bara 10 dagar eftir, til uppskotið til fíggjarlóg fyri 2002 fer til prentingar og har stendur verklagsætlanin í.

?Samstundis eru fjølmiðlar dag um dag farnir at endurgeva burturúr ætlanini, heilt niður i smálutir.

Hans Pauli Strøm sigur, at tað tí er greitt, at landsstýrismaðurin hevur spilt sær møguleikan fyri at fáa undirtøku frá javnaðarflokkinum fyri ætlanini.

? Nú er tað ov seint so nú kann hann spara sær ómakin, sigur hann.

Hann sigur, at tað er sjálvagt, at javnaðarflokkurin fer ikki at góðtaka eina verklagsætlan, sum flokkurin ikki hevur havt høvi til at ávirka.

Hann leggur tó dent á, at hetta stendur fyri hansara egnu rokning, tí javnaðarflokkurin hevur ikki viðgjørt málið.

Men hann ivast tó onga løtu í, at flokkurin hevur somu støðu.

Hann heldur eisini, at tað var spell, at tað skuldi enda so.

? Javnaðarflokkurin hevði boðað frá alment, at hann var sinnaður at samstarva við landsstýrið um eina langtíðarverklagsætlan.

? Men treytin var sjálvsagt, at vit fingu eitt veruligt høvi at gera okkara ávirkan galdandi.

? Javnaðarflokkurin vil sjálvsagt vera við til frá fyrsta degi at ávirka, hvørjar útbyggingar skulu gerast tey næstu árini.

Hann vísir eisini á, at ein verklagsætlan, sum ikki hevur undirtøku frá tí mesta av løgtinginum, hevur lítið virði, tí hon bindur fleiri komandi løgting og landsstýrið og eru ikki flest allir flokkar við, verður hon heldur ikki framd.


Sína egnu ætlan

Hann sigur, at javnaðarflokkurin fer nú ístaðin fyri at gera sína egnu verklagsætlan fyri at geva sítt boð uppá, hvussu útbyggingar skulu fremjast.

Hann kann ikki siga nakað ítøkiligt um, um hvussu hon fer at síggja út.

? Men tað er greitt, at vit fara at leggja dent á at byggja tey øki út, sum er harðsligaforsømd, eitt nú eldraøkið, heilsuverkið, samferðsluna og skúlaverkið.