Í døgununum 23. til 25 oktober, verður Runavík karmur um Altjóða vinnustevnuna, Faroexpo.
Í hesum sambandi fara virki av alskyns slagi at vísa seg fram í ítróttarhøllini á Skála og somuleiðis verður stór ráðstevna í Løkshøll, har evnið er eitt høvuðsmál, sum er uppi í tíðini, nevniliga ein føroysk fiskivinna uttanfyri ES.
Á Ráðstevnuni, sum er á enskum og norðurlendskum máli, verða bæði fyrilestrar og kjak um evnið.
Á Ráðstevnuni, sum er almenn, fara at tey viðgera marnkaðarstøðuna, sum hon er nú og eisini, hvørja nýggja marknaðarstøðu, vit skulu venja okkum til.
Torstein Solem, sum dagligur leiðari hjá Norsk Pelagisk Forening, fer at tosa um fiskivinnusamstarvið við bæði Føroyar og ES.
Hann fer eisini at greiða frá, hvat norskan heldur um føroyska fiskivinnupolitikkin og í hesum sambandi verður spurningurin reistur, um vit eru ein brøðratjóð, ella ein plága.
Bogi Simonsen frá North Pelagic, fer at tosa um nýggju marknaðarstøðuna, og um hvussu uppsjóvarvinnan hevur fótað sær síðan ES forðingarnar vóru kunngjørdar.
Hann fer eisini at greiða frá, hvussu útlitini eru, og hvørjar ætlanirnar eru.
Á ráðstevnuni fer eisini føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale at tosa um, hvussu stóran týdning, tað hevur at hava okkurt slag av tilknýti til ES, tí ES tryggjar støðufesti í Evropa og ES kann geva okkara vinnu teir møguleikar, hon hevur brúk fyri.
Somuleiðis fer Gustaf Baldvinsson sum er sølustjóri hjá Seagold í Bretlandi, og Ice Fresh Seafood í Íslandi, ið eru dóttirfeløg hjá Samherja, at greiða frá, hvørjar royndir íslendingar hava á altjóða marknaðum.
Hann fer eisini at meta um, hvussu marknaðarstøðan hjá Føroyum fer at vera. Og at enda fer Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og fyrrverandi stjóri á Havsbrún, at hugleiða um tær avleiðingar, ES forðingarnar hava fyri aðrar vinnur í Føroyum.