- Eru fantastiska glað fyri Rituna

- Vit vistu ikki um nakað betri enn Másan, men í dag høvdu vit ikki viljað fingið eitt skip sum Másan aftur, sigur borgarstjórin í Fugloyar kommunu.

Amalia í Frammistovu, sum er borgarstjóri í Fugloyar kommunu, sigur, at áðrenn tey fingu Rituna at røkja farleiðina millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, var besta skipið, tey frammanundan høvdu havt, Másin.

 

- Vit vistu ikki um nakað betri, men í dag høvdu vit ikki viljað fingið eitt skip sum Másan aftur. Ritan er eitt fantastiska gott skip, tó at hon eftirhondini er eitt gamalt skip, smíðað í Hálandi í 1971.

 

Hon sigur, at lendingin á Kirkju er størri og betri enn í Hattarvík, men tað skerst ikki burtur, at tað eru avlýsingar á vetrardegi - og onkuntíð upp í nógvar fylgjandi dagar, tá ringast vil til.

 

- Men, vit eru ógvuliga glað fyri Rituna, leggur hon dent á.

 

Borgarstjórin sigur, at umframt ferðasambandið við Rituni, hava tey eisini tyrluna, sum flýgur tríggjar ferðir um vikuna út til Fugloyar um veturin og fýra ferðir um summarið.

 

- Um veturin hava vit tyrluna sunnudag, mikudag og fríggjadag, og um summarið kemur so mánadagurin aftrat, sigur Amalia í Frammistovu.

 

Á Kirkju er góður tyrlupallur, og her er eisini bygt hóskandi bíðirúm.