Tað er ikki sørt ræðandi at hugsað um hvussu okkara land verður stýrt av sitandi samgongu.
Teir og tey sum tilbiðja "fullveldi fyri einhvønn prís" mugu ivaleyst eftirhondini eisini ásanna, at trøini ikki vaksa inn í himmalin og hóast tey mugu síggja í eyguni ,at samfelagið Føroyar neyvan verður eitt betri samfelag at livað í undir einum fullveldisstýri enn tað er í dag í ríkisfelagsskapinum, so fara tey neyvan at viðganga tað.
Vit eru nógv sum eru av aðrari hugsan enn hesir fullveldisgarpar, tíbetur.
Nú eru vit aftur í nánd av eini nýggjari fíggjarlógarviðgerð, og áðrenn hendan er komin á borðið, so hoyrist allastaðni frá, at pengar mangla, ja vit tosað ivaleyst um fleiri 10 tals milliónir sum eykajáttan skal til.
Henda eykajáttanin sum skuldi leggjast fyri løgtingið í august er ikki komin enn, ivaleyst tí samgongumenn ikki tora at síggja tann barska veruleikan í eyguni, at teir hava vurdera skeivt ,heilt skeivt - enn einaferð.
Komandi fíggjarlóg man ikki fara at verða minni "kreativ" enn tann verandi. Áhugavert verður at síggja hvussu teir ætla at kabalin skal ganga upp hesaferð.
Føroya fólk verður hildið fyri tað turra spott og verður drigið runt í manesjuni sum ein annar sirkushestur og góðtakað, sum tað sær út, hesa enn eina stund, men neyvan leingi.
Fyri at koma aftur til yvirskriftina, so kom eg til at lesa eina sera rámandi oddagrein í seinastu Fregnum nr. 28 við yvirskriftini "Samgongan esjar í óhumsku".
Har sigur Sjúrður Skaale m.a. at:
?"samgongan stútt og støðugt undirgrevur virðingina fyri teirri politisku skipanini"
?"samgongan esjar av illgrunanum um korruptión og kriminalitet"
?"samgongan esjar av klandri og stríði og hatskum persónsálopum"
Víðari sigur hann, at tað m.a. er hetta sum fólk eru farin at halda er heilt náttúrligt, og tað er beinleiðis skaðiligt, tí tað eru politikararnir sum sita á ovastu rók, sum eru fyrimyndir. Tað er tað teir siga, teirra hugburður og tann atburður teir sýna, sum fólk taka til sín. Tað seyrar víðari niður gjøgnum alt samfelagið, rakar alt og dálkar og ger stóran skaða..
Hetta ásannar altso ein av spinndoktarum Tjóðveldisflokkins.
Tað er nakað um tað sum her verður sagt, og er lítið at ivast í, at sitandi samgonga ger nógv meira skaða enn gagn - og tað vilja føroyingar koma at merkja innan langa tíð á egnum kroppi.
Eg vóni tó ikki at fólkið tekur alt ov nógv til sín av tí, sum hendan samgongan sýnir av hugburði og atburði, tí fyrimyndarlig er hon so langt frá, og verður illa statt í hesum landið framyvir um teirra leistur verður fyrimyndin.
Ikki tí eg eri "Fregnir fan" , men eg vil heita á Dimmu og Sosialin at endurprentað greinina, tí tað sær út til, at sjálvt hesin nr. 1 ella 2 spinndoktari hevur sæð hvussu stórum trupulleikum teir eru í innanhýsis.
Hesin trupulleiki endar so eisini við at verða trupulleiki Føroya Fólks , tí ein ikki virkandi samgonga er verri enn ongin samgonga og nógv verri enn "sovandi andstøða " sum vónandi kemur úr dvalanum sum bjørnin og byrjar at gera um seg ongantíð ov skjótt.
Fullveldis ? fatamorganaðin hevur í skjótt 7 ár og uml. 50 mió krónur í fullveldis-propaganda (forbrúki av almennum peningi), verið við til at skapað øsing, eitt medie show av dimensiónum, væl stuðla dagliga , av sera ókritiskum útvarps-, sjónvarps- og blaðmonnum/kvinnum.
Politikkurin hevur verið ringur at fáa eyga á, - har hevur ongin politikkur verið og er heldur ikki.
Har er einans klandur, og brigsl og lítið at skrivað heim um ? revolvarapolitikkur tá hann er bestur. Tað er tað vit síggja dag og dagliga.
Um hesir flokkar høvdu rygg, og í verkið sýndu at politikkur tað er eisini at torað, so høvdu teir latið føroyingar sloppið at avgjørt, hvørt teir vildu havt fullveldi ella ikki, ongantíð ov skjótt við eini fólkaatkvøðu.
Tað er einasta leiðin at fáa frið í politisku skipanina og tær møguligu breiðu semjurnar, sum verða neyðugar eftir eina slíka fólkaatkvøðu.
Lat okkum fáa fólksins vilja á borðið og so leggja framtíðina hjá øllum føroyingum til rættis hareftir.
Politkkur er sum sagt eisini at torað - vit torað !! Torað tit í samgonguni ??? Eg ivist stórliga.