Sjálv yvirskriftin kann kennast heldur áleypandi men vónandi veruleikafjar.
Datt nú ein dagin um áhugaverda grein á 180grader, skrivað av einum SF’ara sum seinni fekk viðmerking frá einum borgarligum. Hesin borgarligi segði, at “greinin var frek men pínlig”, tí sannleikar vóru í henni. – Føroyar taka vanliga eftir dønum!
Ole Riisgaard, sum er limur i SF-landsleiðsluni, tekur soleiðis til: “Ideen om detailstyring har den nuværende regering forfinet efter sin socialdemokratiske forgænger. Aldrig før har offentligt ansatte skullet bruge så meget af deres arbejdstid på registreringer og administration frem for at producere deres kerneydelse. Og aldrig før er borgere, der modtager en ydelse, blevet mødt med bureaukratiske barrierer og mistænksomhed som i dag”.
Frumvinnan og aftur fiskivinnan
Kom at hugsa um okkara lítla og fólkafátæka land við 47.000 íbúgvum, sum frum- ella fiskivinnan framvegis skal uppihalda við sveiggjandi inntøkumøguleikum og krevjandi íløgum, har alt í veruleikanum er bygt omaná. – Seinasta skotið á bulinum er, at hvørki vinnan ella fiskivinnanvinnan skal tryggjast á nakran hátt, meðan fakfeløgini – serliga alment løntu - hava í huga at stovna egnan flokk, tí tryggleikin ikki er nóg dyggur og ágangurin ov harður á tey.
Sum árini eru gingin, og eftir hópin av ávarinugum, hava alt fleiri stovnar sæð dagsins ljós, onkrir stovnar, sum vit 47.000 borgarar sjálvsagt kundu verið fyriuttan í hesum lítla og yvirkomiliga landi. – Men fólkið er jú útbúgvi í Danmark við donskum “lógum og reglum” og hesi hava ikki aðra hugsan enn at fylgja tí út í æsir.
Neyðugt at vísa sín óavmarkaða “týdning”
Fyristilli tykkum tey arbeiði, sum t.d. Kappingarráðið, Løgtingsins Umboðsmaður, Landsgrannskoðanin, Heilsufrøðiliga Starvsstova, ymiskir kærustovnar o.s.fr., o.s.fr. geva. Tað er onki at siga til, at arbeiðsloysið er so lágt, sum tað nú er. – Hesi skulu jú verja síni størv, órógva bæði virkir og stovnar, og vit fáa alt fleiri væl-útbúgvin fólk til landið inn í tað almenna.
Hetta minnir um, tá fiskiskipini gera túr og frá eigarum og reiðarum hava fingið boð um, at umráðandi er at fiska so nógv sum gjørligt, so botnlinjan sær væl út, og er fiskiskapurin ikki nóg góður, má skipari og kanska manning av skipinum. - Fólkið uppsagt.
Fleiri av okkara stovnum, skulu jú prógva síni rættindi at vera til og halda fram at vera til, tí skal “fiskast” so nógv sum gjørligt, og her hava fjølmiðlarnir eisini góð fiskimið. Kvotan er óavmarkað, tí skattgjaldarin fer alt longur út í blotan, tá lands-
skattabyrðan er ov tung, eru tilfeingisgjøld til at taka ella vinnan annars og kommunur.
Spurningurin er tí heilt einfaldur hesin: “Verður tikið í álvara, at Føroyar samanlagt er eitt lítið og fólkafátækt land og tí óneyðuga bureaukratiskt útbygt og tí fløkt”!
– Annar spurningur er síðani: “Eru Føroyar – hesi fáu fólkini - spakuliga á veg, hagar kommunisman slepti”?