Eru Føroyar humlu­bý­flugan, sum ger klárt at neyðlenda?

Jan Otto S. Holm, óheftur fíggjarráðgevi

Jan Otto S. Holm, óheftur fíggjarráðgevi
-----

Øll kenna søguna um humlubýfluguna. Henda loðna býflugan hevur stóran kropp og, til tað, evarska smáar veingir. Kortini dugur humlubýflugan at flúgva. Orsøkin sigst at vera tann einfalda, at humlubýflugan ikki veit, at hon ikki burdi dugað at flogið. Deiligt hjá henni, kundi ein lagt aftrat. Lógin um tyngdu­kraft og uppdrift er sostatt ikki galdandi fyri humlu­bý­fluguna.

Pensjónsnýskipanin hevur nú verið ávegis í nógv ár. Flest øll taka undir við pensjónsnýskipanini, so ella so. Onkur kundi ynskt sær onkra broyting, men saman­um­tikið duga tey flestu nokk at síggja, at á ein ella annan hátt, verða vit øll, sum frálíður, noydd at spara upp til egna eftirløn. Orsøkin er einføld. Færri og færri arbeiðs­før fólk eru á arbeiðs­­markn­aðin­um, sammett við tey, ið hava tørv á pensjónum og almanna­veitingum. Verður einki gjørt við málið í skundi, verður landskassin ein av stóru taparunum í hesum.

Umframt at arbeitt hevur verið við pensjónsnýskip­anini í fleiri ár, er skattingin av pensjónum longu broytt. Mótvegis flestu londum í heiminum, har pensjóns­útgjøldini verða skattaði, varð hetta fyri stuttari tíð síðani broytt í Føroyum til, at inngjøldini í staðin verða skattaði. Skatturin av pensjónspengum verður soleiðis framskundaður í nógv ár.

Í Danmark verður eisini dúgliga arbeitt við at nýskipa pensjónsøkið. Í hesum sambandi var áhugaverd grein úr danska dagblaðnum Politiken endurgivin á epn.dk í desembur í fjør. Heitið á greinini var "Fremtidens pensionister betaler selv ældreboomet". Sambært greinini fara pensjónistar í Danmark at rinda so nógv­an skatt at teirra pensjónum um 40 ár, at tað næstan sam­svarar við øktu útreiðslurnar til hesi somu eldru. Støðan er nevnliga tann, at tá pensjónir verða skatt­aðar við útgjaldi, fylgist skatturin av teimum per­són­liga uppspardu pensjónunum júst við eldra­bylgj­uni, og kemur til útgjalds júst tá, hesi somu framtíðar eldru hava øktan tørv á almanna- og heilsuverkinum.

Í greinini stendur eisini, at um mann í Danmark ikki hevði fingið skattin av hesum pensjónum, samstundis sum tey eldru fáa peningin til útgjalds, hevði tað verið eitt fíggjarlig ræðslustøða. Tað hevði merkt, at forsyrgjarabyrðan hjá tí almenna hevði verið so stór, at tað hevði verið ein risatrupuleiki fyri almenna Danmark. Og enn verri, so líknar danskur professari í búskapi hesa støðuna, sum Danmark tíbetur sleppur undan, við støðuna í Suðurevropa, har fleiri av londunum eru um at fara av knóranum, millum annað orsakað av vantandi fígging av almennaútreiðslunum.

Tað eru millum annað vit, sum í dag eru í fýratiáru­num, sum koma at merkja hetta og stóra vansan av, at inntøkur fara at vanta í framtíðini. Við verandi støðu er Føroyar eins og humlubýflugan, ið henda lítla grein byrjaði við. Enn megnar Føroyar so dánt at halda sær í luftini. Rættuliga stórur vandi er bara fyri, at landið bráddliga, um eini 20-30 ár, finnir út av, at hetta ikki gongur longur, at at landið tí fíggjarliga má taka eina ógvusliga neyðlending. Ella er tað soleiðis, at búskaparlógirnar, ið eru galdandi í eitt nú Danmark, ikki galda fyri Føroyar?