Eru bíligari enn norðanfyri

Handlarnir í Suðuroynni vilja vera við, at teir eru bíligari enn handlarnir norðanfjørðs.

 

Eitt av sterkastu salgstriksunum hjá handilslívinum á Suðuroynni, er at vísa á, at teir eru bíligari enn handlarnir norðanfjørðs.

 

Hjá Angilie á Tvøroyri vísa tey á, at kundar gerast ovfarnir, tá teir koma á gátt og síggja prísin á Skechersskónum, tey hava har suðuri

- Eftir hvat aðrir kundar siga, eru vit væl bíligari enn í handlum norðanfyri, sigur Irdi Johannesen, ið rekur handilin.

 

Eisini í el-handlinum á Tvøroyri hoyra vit somu søgu.

- Vit hava frá fyrr av sera kappingarførar prísir, í nógvum førum bíligari enn norðanfjørðs, so her eru heilt víst nógvir pengar at spara í jólagávuinnkeypinum. Og so kunnu vit eisini senda vøruna, um tað er neyðugt, sigur Nina Bærentsen, ið rekur handilin í familjufyritøkuni í Trongisvági.

 

Póla Strøm, ið starvast á kunningarstovuni á Tvøroyri, sigur somu søgu.

- Vit hava klædnahandlar og ítróttarhandlar, gávulutir og prýðislutir, leikur, fótrøkt, alt møguligt. Og so er tað eisini bíligari her suðuri enn í Havn, sigur hon.

 

Tað eru tó ikki bara handlarnir í norðaru helvt, ið siga seg vera bíligari enn handlarnir í miðstaðarøkinum.

 

- Vit royna at halda danskan útsøluprís, sigur Rakul B. Brattaberg, sum heldur, at hetta er eitt, ið ger, at Torgið í Vági er kappingarført í prísum, sammett við handlarnar í høvuðsstaðarøkinum.

- Eg meti, at vit eru kappingarfør við handlar í Havn, sigur Rakul B. Brattaberg, ið hevur frætt frá kundum, at í ávísum førum eru vørur upp í 20 prosent bíligari á Torginum.

- Vit royna at halda danskan útsøluprís, og tað er júst hetta, ið ger munin, heldur hon.

 

Sagt verður, at eisini næmingarnir á Heilsuskúla Føroya keypa ofta har suðuri, áðrenn tey fara norður aftur, tí tað er bíligari.

 

Vit hava penar, nossiligar handlar við góðum úrvali her suðuri. Og so eru vit eisini ofta bíligari enn handlarnir norðanfyri, sigur Desiree Mortensen, ið hevur Toystovuna á Tvøroyri. Hon sigur tó, at hóast hon ikki merkir til kapping frá miðstaðarøkinum, so merkir hon stóra kapping frá útlandinum.

- Vit merkja, at vit eru í kapping við nethandlar og uttanlandsferðir. Vit vita jú, at fólk ofta keypi klæðir, tá tey eru uttanlands, og so keypa tey jú tað minni frá handlunum í Føroyum. Vit ræðast tó ikki kapping. Tað ræður heilt einfalt um at hava røttu tingini til rætta prísin, sigur hon.

 

Anna Maria Larsen, ið rekur el-handilin í Vági, sigur, at eftir hennara tykki er jólasalgið broytt nógv seinastu árini.

- Nú fara fólk jólatúrar uttanlands og keypa stóran part av jólagávunum har. Onnur keypa nógv á netinum, og tað merkist hjá okkum vinnurekandi, sigur hon.

 

Anna Maria Larsen heldur tó, at stórir fyrimunir eru við at keypa frá einum føroyskum handli, heldur enn uttanlands ella á netinum.

- Vit bjóða meiri enn bara vøruna, vit bjóða eisini service fyri vøruna. Tað er ein stór styrki hjá okkum, at vit hava elektrikarar í húsinum, sum kann bjóða service upp á vørurnar hjá okkum. Tað er lætt hjá kundanum at koma til okkara við vøruni til umvælingar, meðan tað kann vera ein stór avbjóðing, um vøran er keypt á netinum ella uttanlands.

 

Les nógv meiri um handilslívið í Suðuroynni í vikublaðnum, ið var borið út í heimini mánadagin.