Ert tú fátøk/fátækur?

Landsstýriskvinnan í sosialmálum í Danmark setti fyri tveimum vikum síðani í gildi ein frymil fyri, hvussu fátækradømi kann roknast út.
Frymilin er soleiðis: Tey, sum tjena minni enn helvtina av miðinntøkuni, eru fátøk.
Spurningur:
Hvat merkir miðinntøka, og hvussu høg er hon?
Stutta svarið:
Miðinntøkan er tann van?lig?asta ársinntøkan í landinum, og miðinntøkan í Føroyum er umleið 218.000 krónur.
ERT TÚ FÁTØK/FÁTÆKUR?
Ert tú ein av teimum, sum hev?ur eina ársinntøku uppá min?ni enn 109.000 krónur, so hevði tú verið fátøk/fátækur, um danski frymilin varð brúkt?ur í føroyskum viðurskiftum.
Frymilin verður brúktur upp á øll, sum hava arbeiði og eru eldri enn 15 ár.
Hvat skal hetta brúkast til?
Fátækramarkið er upprunaliga eitt vinstravent hugskot, og sostatt hevur Javnaðarflokkurin altíð tikið undir við at áseta eitt fátækramark. Hugskotið gongur út uppá, at tað politiska valdið (stjórnin) má hava hagtøl fyri støðuna í landinum, so tað ber til at gera okkurt frá politiskari síðu fyri at skapa javna í samfelagnum, og harvið fyribyrgja fátækradømi. Í nýggjari tíð hava bæði vinstra- og høgravendir flokkar víst seg at vera áhugaðir í at fáa ásett eitt fátækramark, men tað gevur ikki meining, at høgravendir flokkar stuðla uppskotinum, tí hvat skulu hagtøl fyri fátækradømi brúkast til, um viljin til at viðurkenna og basa fátækradøminum gjøgnum tað almenna ikki er til staðar?
Hvussu skal tað brúkast?
Við at hava ein ítøkiligan hátt at rokna fátækradømi út, kunnu politikararnir ikki tosa seg burtur úr, at tað finst fátækradømi. Sostatt verður politiski myndugleikin avbjóðaður til at finna eina loysn upp á fátækradømið, og tann loysnin vil elva til ein meira vinstravendan fíggjarpolitikk, ið skapar størri javna í samfelagnum. Tað er svárari hjá tí fátækra ikki at hava ráð til at eta heilsugóðan mat, enn hjá tí ríka at rinda vanligan, norðurlendskan, progressivan skatt.
At áseta eitt fátækramark fyri at basa fátækradøminum hevur inntil nú bert verið ein dreymur hjá sosialistum - nú er dreymurin fyri donsku sosialistarnar hálvt uppfyltur. Í løtuni arbeiðir ein bólkur undir Almannaráðnum við einum uppskoti um føroyskt fátækramark. Tað er gott og neyðugt.
Soleiðis verður miðinntøkan roknað:
Miðinntøkan verður funnin við at brúka hagtøl fyri ársinntøkur, sum eru at finna á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya.
Ein talva verður gjørd, har inntøkan hjá løntakarum verður býtt upp í 1000'arar, so hvør stabbi umboðar eina ársløn uppá so og so nógvar 1000 krónur. Ein stabbi fyri ársinntøku á "frá 110.000 krónur til 111.000 krónur", er sostatt fyri øll tey, sum hava eina ársinntøku millum 110.000 krónur og 111.000 krónur.
Sjálvsagt eru tær hægstu inntøkurnar (reiðarar, bankastjórar, stjórin í ALS...) so fáar í tali, at stabbarnir næstan ikki síggjast á talvuni. Hevði tað verið miðalinntøkan, sum varð brúkt í staðin, so høvdu tær heilt høgu inntøkurnar (og tær heilt lágu) broytt myndina, og so hevði tað sæð út sum, at "vanligi" løntakarin fekk antin meira ella minni enn ta veruligu vanligastu lønina. Endamálið við at brúka miðinntøkuna er sostatt, at tær hægstu inntøkurnar ikki skulu órógva roknistykkið, so tað "vanliga" sær út til at vera hægri.
Miðinntøkan er tann hægsti stabbin, og sostatt tann vanligasta inntøkan. Í Danmark er miðinntøkan í 2013 roknað til at vera 206.400 krónur, og sostatt eru tey, sum tjena minni enn 103.200 krónur um árið nú bólkaði sum fátøk.
Við javnaðarkvøðu