Errin av mentanarviku og Faroexpo

- Karmarnir um mentanarviku og Faroexpo eru vorðnir nógv betri, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Mentanarvikan Skýming, sum verður hildin í Runavíkarøkinum í hesum døgum, er hin ellivta í røðini. Tiltakið verður hildið saman við vinnustevnuni, Faroexpo.

 

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, fegnast um hesi bæði tiltøk og heldur, at tey hava ment seg nógv síðan byrjan.

 

- Taka vit mentanarvikuna, varð í sínari tíð byrjað varisliga, men við árunum hevur tiltakið ment seg, soleiðis at tað í dag er ein veruligur mentanarligur varði, ið kommunan er errin av.

 

Magnus Rasmussen vísir til skránna og sigur, at mentanarvikan ongantíð áður hevur verið so áhugaverd, spennandi, forvitnislig og fjølbroytt sum í ár.

 

- Karmarnir um mentanarviku og Faroexpo eru vorðnir nógv betri, síðan Løkshøll varð bygd, og kommunan eisini fekk nýggja fimleikarhøll, sum saman við dagførdu ítróttarhøllini mynda Bylgjuna.

 

Borgarstjórin vísir á, at nýggju karmarnir eisini hava ført við sær, at Faroexpo í ár hevur ment vinnustevnuna við almenna og fyri tey vitjandi ókeypis tiltakinum - Føroysk Framleiðsla - sum verður í fimleikarhøllini, meðan Faroexpo er.

 

- Neyðugt er, at tiltøk broytast og mennast. Um slík tiltøk verða tey somu ár undan ári og einki broytist, er væntandi, at undirtøkan sum frá líður minkar. Soleiðis er tað bara.

 

Hann heldur, at tey, sum standa aftanfyri mentanarvikuna og vinnustevnuna, hava havt hegni og dugnaskap til at menna hesi tiltøk, soleiðis at tey á hvørjum ári eru áhugaverd og forvitnislig.

 

- Runavíkar kommuna hevur ríkt vinnulív og mentanarlív, og tí eru tiltøk sum hesi ein náttúrligur partur av tí vinnuliga-og mentanarliga virksemi, sum økið hevur at bjóða.

 

Magnus Rasmussen sigur, at sum árini eru gingin, er meira og meira dygd og breidd komin í tiltøkini, og kommunan er sera errin av at eiga fólk, ið hava dirvi og hegni at taka so stór tøk í felag.