Errin av at syngja við Jens Marna

-Eg eri rættiliga errin av, at Jens Marni Hansen tímir at verða við í mínari konsert, sigur Anna Nygaard. Anna Nygaard bjóðar í morgin til konsert í Løkshøll, har millum annað Jens Marni Hansen fer at framføra saman við Annu

Nygaard.

 

-Eg var stórur fjeppari av Jens Marna áðrenn eg sjálv byrjaði at syngja, og tí er tað stuttligt fyri meg, at hann hevur hug at syngja saman við mær, sigur Anna Nygaard.

 

Anna hevur stórar vónir til konsertina, tí umstøðurnar eru góðar, og bólkurin hjá Annu Nygaard er samansettur av føroyskum tónleikarum. Og umframt Jens Marna Hansen, fer kórið VOX eisini at framføra.

 

Anna hevur framført nógv í Danmark síðani stóra X-Factor brakið í fjør, men at framføra heima í Føroyum er veruliga nakað fyri seg.

 

-At spæla í Føroyum er júst sum at standa og syngja fyri familjuni í stovuni. Eg føli meg so væl heima í Føroyum, og føli eisini eina størri virðing fyri mínum arbeiði her, enn eg føli í Danmark, og tað er júst tann virðingin sum ger, at eg blívi við, sigur Anna Nygaard.

 

 

Hóast Anna Nygaard ikki hevur nakrar ítøkiligar framtíðarætlanir, so eru kortini møguleiki fyri eini nýggjari fløgu innan stutta tíð.

 

-Eg vil bara blíva við at syngja og gera tónleik. Eg havi nakrar spennandi verkætlanir, sum eg arbeiði við, og so skrivi eg eisini rættiliga nógvar sangir í løtuni, og vónandi verður tað til eina nýggja fløgu, sigur Anna Nygaard.