Erling verður ikki við móti Víkingi

Upptakt: B36 verður uttan miðverja, ið hevur sína fótbóltsupplæring í Gøtu

Bara ein dystur verður á ólavsøku í ár. Hann verður í morgin, ólavsøkuaftan, klokkan 18 millum B36 og Víking. Hetta er stóri ólavsøkudysturin á hesum sinni. B36 og Víkingur dystast saman við KÍ, NSÍ og HB um FM og pláss í Evropa til komandi kappingarár.

Árstalsfelagið rennur eitt sindur aftaná og hevur tveir dystir í Evropa í beininum. Hinvegin, so hevur Víkingur havt frí í alt summar. Tað er fyrstu ferð í fleiri ár. Nú er spurningurin, um tað er ein fyrimunur ella ein vansi til ein ólavsøkudyst.

 ##med2##

Heimaliðið hevur tað mangan torført móti Víkingi, sum er kropsliga væl fyri. B36 hevði eisini trupulleikar av Crusaders, ið eisini spældi kropsligan fótbólt. Heimaliðið verður uttan Erling Dávidsson í miðverjuni, tí hann hevur leikbann.

- Vit hava tað trupult móti hasum jassunum úr Gøtu og Leirvík. Teir eru harðir og vit hava tað trupult móti teimum. Tað er einki betri enn at vinna ein ólavsøkudyst og fegnast saman við áskoðarunum. Hetta eru teir dystirnir, ið gera at tú tímur at spæla fótbólt, sigur Jákup á Borg.

 ##med3##

Meðan Erling Dávidsson situr uttanfyri, so hevur B36 fingið tvey kort afturat í hópin. Stefan Radosavljevic er komin til úr TB og Hannes Agnarsson er aftur førur fyri at spæla. Skjóti vongurin hevur verið skaddur í alt ár, men er blivin skiftur inn seinastu tveir dystirnar.

Betri deildin menn 16.umfar:

Sunnudagin 28.juli

B36-Víkingur (18.00) Beinleiðis á FM1