Útlegd
Erling Svenning Højgaard situr í rullustóli. Tað hevur hann gjørt í fleiri ár. Hann hevur sjúkuna, sum á donskum verður rópt "føllingssygdom", ið ger seg inn á heilan, um ikki verður ansað eftir, hvat etið verður. Í sínari tíð var kunnleikin um hesa sjúku lítil, og tí hevur Erling ikki fingið ta viðgerð, sum kundi havt byrgt uppfyri, at heilin fekk skaða.
Skimaðist dúgliga
Erling tosar ikki, og tí er eisini ilt at siga, hvat hann hevur fingið við av ferðini í Føroyum.
Familjan sigur, at á vitjanini í Rytuvík skimaðist hann dúgliga rundan um seg, og hetta kundi bent á, at hann kendist við bygdina og umhvørvið í Rytuvík.
Men tað veit eingin.
Erling er sonur Edvard og Jóhonnu Kristinu (Dinu). Edvard var sonur fyrstu niðursetufólkini í Rytuvík ? og Dina var ættað av Regni á Toftum.
- Erling tóktist rættiliga upptikin av barnaheiminum, sum nú er heimið hjá beiggjanum, Jákupi og konu hansara, Ingibjørg, sigur familjan í Rytuvík, sum tvær ferðir hevði vitjan av Erlingi á ferðini.
Henda fyrsta ferðin í Føroyum í 57 ár byrjaði 9. mai og týsdagin, 17. mai, fór hann saman við báðum starvsfólkunum niður aftur til Danmarkar.
Á vitjanini skipaði familjan fyri eini løtu á Hotel Runavíkar Sjómansheimi, har eini 45 fólk vóru saman við Erlingi. Hetta var ein sera hugnalig løta, har myndir vórðu tiknar av Erlingi og familju hansara ? og donsku starvsfólkunum.
Hóast útlegdin hevur verið drúgv, hevur familjan í Føroyum altíð av og á vitjað Erling í Danmark, og somuleiðis hevur hann fingið jólagávur sendandi ? og føðingardagsgávur, tá ið hann hevur havt "rundar" føðingardagar.
Eingin viðgerð
Sosialurin vitjaði á Hotel Runavíkar Sjómansheimi týsmorgunin stutt fyri, at "heimferðin" hjá Erlingi til Danmarkar byrjaði. Vit vóru eisini við, tá ið tey trý systkini hjá honum, sum eru á lívi, Jákup Højgaard, Helena (Lena) Hansen og Nanny Nielsen fylgdu honum avstað aftur hendan dagin.
Hjálparfólkini hjá Erlingi á Føroyaferðini vóru Solveig Henriksen og Lene Vollesen. Tær arbeiða báðar á stovninum í Danmark, har hann hevur búð seinastu nógvu árini.
Solveig, sum heilt síðan 1989 hevur verið um Erling, er "kontaktpersónur" hjá familjuni í Føroyum og hjá Erlingi sum heild.
Hon sigur, at Erling í sínari tíð kom niður til Rødbygaard, har hann búði heilt fram til 1989, tá ið hann saman við øðrum flutti í tað, sum danir rópa "bo-og naboskab", sum eru vardar íbúðir.
- Í løtuni búgva trý fólk í hesi eini íbúðini, men nú kemur so ein at búgva her aftrat. Hetta eru fólk við ymiskum brekum og epilepsi, sum Erling eisini er plágaður av.
Solveig sigur, at orsøkin til, at Erling gjørdist so lítið førur í uppvøkstrinum, sínum bestu árum og nú í aldurdóminum er, at hann ikki fekk ta viðgerð, sum børn við hesi sjúkuni fáa í dag.
- Í dag verða øll børn í Danmark kannaði fyri hesa sjúku, og verður sjúkan staðfest og viðgjørd, kunnu tey liva eitt vanligt lív sum onnur menniskju.
Hon sigur, at Erling seinastu árini hevur fingið heilivág, sum hevur gjørt lívið hjá honum betri, men tað verður ongantíð soleiðis, at hann verður frískur.
- Tey spor, sum sjúkan hevur sett í heilan, kunnu ikki lekjast.
Solveig heldur tó, at heilivágurin hevur gjørt, at Erling hevur tað betri; hann tykist klárari, og líkt er til, at hann fylgir betur við. Somuleiðis er hárið á høvdinum farið at veksa aftur.
Familjan í Føroyum, sum av og á hevur vitjað í Danmark, heldur eisini, at heilivágurin hevur gjørt Erling meira byrgan og meira avslappaðan at síggja til.
- Áður sat hann líka sum og hekk í koyristólinum, men nú situr hann meira upprættur og sær út til at hava tað betri, hóast árini eru vorðin fleiri. Vit vóru ovfarin av, at hann sær so gott úr, nú hann vitjaði okkum her heima, sigur familjan.
Tað skilst á Solveig, at hon er ógvuliga góð við Erling, og hon dylir ikki fyri at siga, at hon verður løgd "undir" at hava eitt serstakt hjarta fyri honum.
- Eg haldi, at Erling dugir at skyna á, hvønn hann hevur við at gera í tí dagliga ? og eg haldi eisini, at vit merkja, hvønn honum dámar best at hava sær til hjálpar.
Solveig heldur ikki, at hann hevur góð eygu, men hoyrnin er so nøkulunda.
- Eg haldi, at vit skilja, hvat hann meinar við, tá ið hann gevur "tekin" ? um enn tey eru fá, og eg haldi eisini, vit skilja hann, tá ið hann eitt nú ikki tímir at verða nortin meira.
Tað er nevniliga soleiðis, sigur Solveig, at húðin á einum persóni við "føllings-sjúku" kann vera ógvuliga sárbar.
Í koyristóli
Hon sigur, at í 1994 fekk Erling eitt bakkast og endaði í koyristóli. Síðan hevur hann ikki verið førur fyri at ganga.
- Nú vit fingu møguleikan at koma upp til Føroya við honum, hildu vit, at skuldi tað vera - ja, so skuldi tað vera nú.
Hon sigur, at tey trý komu við flogfari og fara hiðani aftur við flogfari.
- Vit høvdu koyristólin í viðførisrúminum á flogfarinum, og síðan hava vit havt koyristólin í bilinum, tá ið vit hava koyrt her í Føroyum.
Hon sigur, at tær hava fingið góða hjálp á ferðini, og systkini hjá Erlingi og onnur hava verið teimum trúføst, tá ið neyðugt hevur verið at tikið eina hond í.
- Familjan í Føroyum gleddi seg nógv til ferðina hjá Erlingi og vit, sum taka okkum av honum í Danmark, eru fegin um at hava hitt fleiri av hansara nærmastu og hava sæð umhvørvið og barnaheimið, sum var hansara øll barnaárini.
Sjálv kallar Solveig seg "omsorgsmedhjælper", og áhugavert var at síggja, hvussu væl hon einsamøll megnaði at fáa Erling, sum vigar 82 kilo, upp úr koyristólinum og inn á setrið í bilinum, tá ið tey fóru av Hotel Runavíkar Sjómansheimi týsdagin.
- Erling hevur ikki kunnað tosað øll hesi árini, eg havi kent hann og verið um hann, sigur Solveig.
Meðan beinini eru rættiliga lamin, er hann betur fyri við ørmunum.
- Stinga vit gaffilin í ein breyðbita, fær hann sjálvur bitan upp í munnin. Annars er hann í allar mátar óhjálpin, sigur Solveig Henriksen at enda.