- Eg havi ikki spælt sum miðverji fyrr, so tað var ein avbjóðing. Men tað hevur gingið hampiliga væl, sigur Erling Jacobsen og leggur afturat, at tað kom óvæntað á hann, at Brian Kerr hevði hann í byrjunaruppstillingini í landsdystinum móti Norðurírlandi.
Maria K. Thomsen, KÍ, hevur spælt sítt fyrsta kappingarár í fremstu røð hjá kvinnum. Hon er kosin ársins stjørnuskot.
- Nú verður landsliðið tað næsta, sigur hon skemtandi.