Erling hevur nokk av olju

VW Lupo bilurin hjá Erling Simonsen í Havn man vera ein av mest umtalaðu bilum í Føroyum í nýggjari tíð. Bilurin koyrir upp á rapsolju. Hóast trot er á brennievni um alt landið, hevur Erling nokk av rapsolju til nakrar mánaðir

Nú trot er á dieselolju og bensini, spurdu vit Erling Simonsen í Havn, sum koyrir við rapsolju, hvussu hann klárar seg í hesum døgum. Hann sigur at hann hevur nokk av rapsolju til nakrar mánaðir. Bilurin, ein VW Lupo 3L, bleiv bygdur um til rapsbil í februar í ár. Hann hevur nú koyrt umleið 2.000 km bilinum, ið roynist sera væl. Tað einasta hann skal hugsa um er at hita motorin eini 15 til 20 minuttir, áðrenn hann verður settur í gongd, fyrst á morgni. Hetta verður gjørt við eini fjarstýring.
Við tað at bilurin var hálvtannað ára gamal, tá hann bleiv ubygdur til rapsbil , kann Erling nú úttala seg um munin. Hann sigur, at hetta var ein góð íløga. Bilurin trekkjur tað sama og er líka kvikur, sum hann var áðrenn umbyggingina. Hann eigur eisini ein Mitsubishi Pajero jeep, sum hann hevur ætlanir um at byggja um til rapsbil.