Í málinum hjá City stóð bert 20 ára gamli Kasper Schmeichel, tí at vanligi fyrsti málmaðurin, Andreas Isaksson, er skaddur. Eriksson segði tó eftir dystin, at teir ætla sær ein nýggjan málmann, tí tað er ikki rætt at leggja eitt so stórt trýst á ein bert 20 ára gamlan málmann. Sum skilst stendur eykamálmaðurin á italska landsliðnum, Marco Amelia, ovarlaga á listanum hjá Eriksson.









