Eriksson fjalir seg

Sven-Gøran Eriksson var ongantíð væl lýddur sum landsliðsvenjari í Onglandi, og eftir harðar atfinningar í summar, hevur Eriksson tikið seg aftur og sæst lítið alment. Eriksson skuldi verða við á eini ráðstevnu í Berlin um vikuskiftið, har hann skuldi eftirmeta HM-endaspælið í Týsklandi, men Eriksson gav avboð.
- Hann hevur fingið nóg mikið. Hann heldur, at fólk alla tíðina royna at fáa fram, at hann er ein vánaligur persónur og venjari, sigur Lennart Johansson, UEFA-forseti um orsøkin til, at Eriksson ikki varð við á ráðstevnuni um HM-endaspælið